Góða tú, ið ivast!
Tað er gott, at tú ert glað fyri brævkassan! Um p-bolla- steðgurin var eftir ætlan, er eingin vandi fyri, at tú ert vorðin við barn. Tú tekur p-bollar í 21 dagar, og so er steðgur í 7 dagar og so framvegis. Um tú harafturímóti heilt ert steðgað við p-bollunum, kanst tú sjálvandi gerast við barn og mást kanna hetta sum skjótast. Um tú ikki følir teg væl, eigur tú at fara til læknan, sum hevur givið tær p-bollarnar . Tak eitt glas av morgun-pissi við til møguliga kanning, fyri at staðfesta, um tú ert við barn ella ikki. Eg haldi, at meira bendir á , at hattar slagið av p-bollum ikki riggar so væl til tín, so far til læknan so skjótt sum møguligt. Alt tú nevnir sum vaml, høvuðpína , góðan matarlyst og skiftandi mánsjúku kunnu vera hjáárin av p-bollum, serliga í fyrstuni.
Minst til at tú kanst fara til læknan uttan at hava eitt av foreldrunum við, men best er um annað fer við tær.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin