Hey hey og takk fyri brævið!
Tað er í hvussu er gott, at tú nú fatar, hvussu álvarsligt tað er, at tit hava stolið so nógv. Hvat tað er, sum er grundin til, at tit hava stolið so nógv, veitst tú ikki. Fyri summi er tað ein spenningur, sum er freistandi at uppliva aftur, um eingin avdúkar stuldurin, og ofta steðgar stuldurin ikki fyrr enn tann dag, tá ein verður steðgaður og avdúkaður. At verða avdúkaður kann hava við sær, at lívið broytist nógv. Nógvir handlar ringja beinleiðis til politistøðina, tá tey síggja stuldur, eisini tá talan er um børn. Síðan verða foreldrini boðsend og umboð fyri barnaverndartænastuna eru hjástødd undir avhoyringini, tá ein verður spurdur um, hvat er hent og hvør hevur gjørt hvat. Tað, sum tú nú vónandi gert beinanvegin, er at steðga við at stjala. Síðan mást tú finna út av, um tú torir at siga tað við tíni foreldur, ella um tú orkar at ganga við tí sjálv. Tað, sum tit hava stolið , er ikki tykkara ogn, men ognin hjá onkrum øðrum, Spurningurin er, um tú kanst lata teir lutir, sum tú hevur stolið, inn aftur. Tað kann sjálvandi ikki gerast, um talan er um matvørur ella annað, sum tit hava brúkt ella eru í ferð við at brúka. Um tú hevur brúk fyri at kjatta við okkara ráðgevar um tín trupulleika, kanst tú gera tað.
Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin