Hvønn kann man tosa við?

Spurningur: Hey Er tað vannligt at man hevur onkran, í man kann tosa við um alt? Eg havi ikki ordiliga nakran.. Eg havi eina vinkonu, men vit tosa ikki um, tá man hevur tað ringt. Hon hevur sjálv nógvar vinkonur, og segði einafer at hon ikki orkar at fyrihalda seg til tað, at tann eina vinkonan ikki hevur tað so gott. Og tí tori eg ikki at fortelja henni, at eg ikki havi tað gott og um tey tingini í eru hend. Eg føli bara at eg havi brúk fyri at fáa tað út og tosa við onkran um tað, men eg tori ikki at tosa við nakran vaksnan. Og eri eisini bangin fyri hvat onnur fara at halda um mína familiu. Eg føli meg so einsamalla, havi ringt við at sova og havi bara hug at ríma frá mínum egna høvdi.

Góða Genta

Tað er sera ymiskt millum okkum menniskju, um vit hava onkran at tosa við um alt.

Hjá nógvum er tað so, at tey tosa um ymisk evni við ymisk fólk. Tað er ikki altíð at man kennir seg til rætta at tosa um kærleikslívið við foreldrini, men kanska heldur eina vinkonu, ella vinmann. Nøkur tosa við ommur ella abbar um ymisk viðurskifti. Sum eg skilji á tær, so følir tú at júst henda vinkonan kanska ikki er akkurát hon, ið tú skalt tosa við.

Nú greiður tú ikki frá hvat sum er hent, so vit kunnu ikki fyrihalda okkum til tað, men tú ert vælkomin at skriva til okkum um hetta. So kunnu vit hjálpa tær við hesum. Um tú ikki følir at tú kanst skriva tað til okkum, so kanst tú sjálvandi eisini ringja til okkum á 116 111. Vit síggja ikki hvør tú ert tá ið tú ringir.

Vinaliga

Tú & Eg Ráðgevingin