Hvat sker?

Spurningur: Eg byrjaði uppá p-pillar fyri 4 døgum síðan. Eg var í song saman við sjeikinum hjá mær(uttan hýt) sama dagin, eg byrjaði uppá teir. Og síðan eg byrjaði havi eg havt kvalma, ilt i búkinum og eitt sindur ilt i høvdinum. Tá eg havi mánasjúkuna, havi eg altið ilt i búkinum og bløði nógv og tað er eisini soleiðis nú. Kanst tu siga mær hvat tað kann vera?

Góða genta!
Tá ein byrjar at taka p-bollar, skal tann fyrsta tablettin takast fyrsta dagin mánasjúkan byrjar. Um tú hevur gjørt tað og hevur tikið p-bollarnar soleiðis, sum ein skal ert tú við vissu ikki við barn. Tað eru ymisk hjá-árin av p-bollum. Hesir kunnu t.d. vera kvalmi, ilt í búkinum og høvuðpínu, sum tú nevnir. Tú kanst lesa á pappírinum, ið fylgir við tablettunum, hvørji hjá-árin kunnu vera. Um tú heldur at hjá-árinini eru ov nógv, kanst tú fara til tín lækna og møguliga royna eitt annað slag av p-bollum. Tað eru nógv, ið ikki tola nøkur sløg, men væl tola onnur sløg.   Um tú ikki hevur tikið p-bollarnar 100% eftir forskriftini, er ein møguleiki fyri, at tú ert við barn. Um so er, vil eg mæla tær til at keypa eina graviditetsroynd og fært tað kannað.
Vónandi hevur tú fingið svar uppá tínar spurningar. Tú ert sjálvandi altíð vælkomin at venda tær aftur til okkara, um tú hevur tørv á tí.

Alt tað besta!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin