Hugsi um lívið..

Spurningur: Hey! Vil byrja við at takka tykkum fyri hesa heimasíðuna. ;) Eg havi fyri tíðina 1000 ting, sum koyra runt í mínum høvdi. Eg havi hugsað so nógv um alt og føli bara at tað er fult, eg má fáa tað út. Nú er tað so, at eg havi onga sooo góða vinkonu, heldur ikki onnur her í fo, sum eg kann siga alt við. So tá er tað at Barnabati kemu mær til góðar. Tað er sera deiligt at man kann skriva alt, og samstundis vita, at tað er onkur ið er áhugaður í at lesa tað. Ná, men nú til sakina. Fyri tað fyrsta, so eri eg ein smæðin genta, og eg hati tað av øllum mínum hjarta. Eg eri so móð av at allatíð royna at tosa við fólk. Eg føli ikki eg dugi at tosa við ung á mínum egna aldri, føli ikki eg dugi øll tey “kulu” orðini osv. Eg føli onkutíð eg eri ov vaksin. Eg havi tvær systrar, og tær eru altíð irriteraðar inná meg,og siga at eg royni at spæla mamma. Men eg síggji bara so nógv ting, sum tær áttu at vita betur um. T.d, órudda tær ófatuliga nógv og eg endi sum oftast við at rudda alt. Eg velji tað sjálv, tí eg veit at eg og mamma, trívast ikki í óruddi. Eg hugsi aaaalla tíð um at spara, gangi og sløkki ljós í heilum. Eisini tá eg eri til arb, royni eg at spara har eg kann. Dugi at síggja, at tað bert eri eg ið hugsi so. Mínir kollegar eru á mínum aldri og sindur eldri. Alt skal standa perfekt og ger tað ikki tað, hugsi eg allatíð um tað. Mær dámar væl mítt arbeiði, kollegarnir fittir, men tá vit gera okkurt saman, føli eg meg uttanfyri. Tey hava øll onkran tey kenna og eg føli ikki eg dugi at tosa við tey. Eg veri 18 ár, og fái mína egnu íbúð. Tað gleði eg meg sera nógv til. Gleði meg til at einki órudd verður, bara møblar sum mær dámar osv. Eg havi glett meg leingi. Føli meg rættuliga búnaða, men alíkavæl eri eg eitt sindur nervøs. Eg hugsi sera nógv um mína framtíð. Hugsi um tá eg fái børn, hvat tey kunnu og ikki kunna. Hugsi um mín mann. Um eg nakrantíð fari at fáa ein mann. Eg hugsi um mína útbúving, og havi altíð vita hvat eg skal vera og lesa til. Hugsi nógv um at eg skal fáa góða løn. Eitt annað sum eg hugsi nógv um, er at eg havi ongantíð havt ein sjeik. Ikki so mikið sum mussa ein drong! Eg eri næstan 18 ár, og havi prøva so lítið sum ein 12 ára gomul á ti økinum. Alíkavæl føli eg meg so vaksna. Mær leingist eftir einum sjeiki. At ein drongur skal dáma meg. Tó hugsi eg, at eg eri ein av teimum sum er “ment to be” single forever. Eg havi havt hug á einum í 1 ár nú. Hann er í mínum høvdi døgni runt. Vit hava aldrin havt nakad, men eg føldi tað bara so deiligt tá hann var í nærheitini. Men nú havi eg ikki sæð hann í 4-5 mánaðar, og livi við vónini um at møta honum í býnum ella onkrastaðnis. Eg fari har, sum eg kundi hugsa mær hann er. Men síggji han aldrin. Eg ronki ikki við hann hugsaði tað sama um meg, og eg veit ikki hvat eg skal gera. Eg verið ør við at hugsa um hann. Og eg doymi um at fáa ein muss frá honum. Men veit tað fer ongantíð at henda. Eg havi ongantíð gingið í bynum og drukkið meg fulla, men nú fyri tíðina havi eg hug at gera alt. Men tað er líka sum ein fitt, lítil, óskyldug pen genta innan í mær sum einki torir. Eg eri móð av at altíð vera tann fitta, pena, óskylduga, sum einki býtt ger. Eg var í dk í 1 ár og har havi eg nógvar fittar vinkonur, sum eg var rættuliga tætt við og kundi siga alt. Men her í fo, havi eg nakrar sum eru okay tættar, men kann verri enn so siga alt við tær. Eg føli at tað altíð eri eg, sum skal taka initiativ til at møtast og tað orki eg bara ikki meir. Eg føli meg ofta rættuliga einsamalla og kedda. Eg veit eg eri noydd til at finna mær nýggjar vini, men tað er soo ringt. Hava tit nakað ráð? Eg eri so ósikkur yvir fyri fólki eg ikki orduliga kenni. Eg gerið eisini ítrótt og har eri eg bangin fyri at gera nakad, sum ikki er perfekt. Liðið er gott, men aftur dugi eg ikki at føla meg sum ein partur av tí. Dugi ikki at knappuliga siga okkurt, eg bara flenni við. Kunna tit geva mær okkurt tip um hesi tingini? Hvussu eg møti einum dreingi ella fái hann at dáma meg. Og hvussu eg skal bera meg at, tá eg eri saman við fólki og ikki tori at siga nakad? Tað var gott at fáa alt skriva, men veit nu ikki um tað hjálpir. Eg føli meg rættuliga forvirraða í løtuni og leingist eftir at onkur ér áhugaður í at vita hvussu eg havi tað. Men takk skula tit hava :)

Góða tú, ið hugsar um lívið,  
Takk fyri brævi! Tað er deiligt, at tú hevur gleði av hesari heimasíðuni. Her eru vit altíð áhugað í at vita, hvussu tú hevur tað 🙂 Tað er ógvuliga gott at tú fært tað út, sum tú hevur inni í høvdinum, og at tú fær tað niður á papír, tí so er tað eisini lættari hjá tær at koma av við eitt sindur av tínum tonkum, so at høvdið hjá tær ikki verður ov fult.

Í tínum brævi ljóðar tað sum at tú brúkar rættuliga nógva tíð at hugsa í. Tú sigur teg dáma væl at tað er ruddiligt rundan um teg, og tú hugsar eisini nógv um at spara. Vit eru øll ymisk, og tað er eisini í lagi at hugsa, sum tú gert. Tínar systrar eru ikki líka sum tú á ymiskum økjum, og hugsa ikki so nógv um tey somu tingini, so sum at alt skal vera ruddiligt, og tað er eisini í lagi.

Tú ert ógvuliga kritisk yvurfyri tær sjálvari. Tað at tú ert smæðin, kemur kanska eisini av, at tú ert sjálvkritisk og er bangin um at gera nakað galið. Tað er í lagi at gera feilir, vit gera øll feilir. Eingin er perfektur, og tað er eisini í lagi. Um tú ikki hugsar so nógv um tað sum tú ger, og hvussu tú ert, og hvat onnur halda um tað, sum tú sigur, men bert ger tað sum tú hevur hug til, so vænti eg, at tað verður lættari hjá tær at gera ymiskt, sum tú ikki torir nú.

Ein møguleiki er eisini at royna at venda tínum egnu tonkum til positivar tankar um teg sjálva í staðin fyri negativar, tá tú hugsar negativ um teg sjálva kanst tú í staðin venda tí til nakrar góðar tankar um teg sjálva. Tað kann geva tær eina betri fatan av tær sjálvari, sum ein persónur sum er góður nokk. Royn og lat vera við at hugsa so nógv um tað, sum tú ikki dugir, og tað sum tú gert galið, men royn heldur og vend tí til at hugsa um tað, sum tú dugir og sum er gott við tær. Tað at tú ikki kennir tað sum tú passar inn, kann eisini vera tín egna hugsan, og ikki tað sum onnur halda um teg. Um tú lesur brævið, sum tú skrivar, so sæst. at tú hevur rættiliga nógvar negativar tankar um teg sjálva. Royn og vend tí til at hugsa positivt um teg sjálva!

Tú sigur, at tú følir teg rættiliga einsamalla og kedda, og at tú hevur ringt við at tosa við fólk, sum tú ikki kennir so væl. Eisini biður tú um ráð til hvussu tú skal gera. Eitt hugskot er, at tú kanst gera tað, sjálvt um tú ikki torir. Ikki hugsa so nógv um tað, men ger tað bara! So venur tú teg kanska við tað, og fer ikki at hava so ringt við at gera tað, jú oftari tú roynir. Eisini sigur tú, at tú heldur teg vera “meant to be” single forevever. Eg veit ikki, hvussu tú fær teir tankarnar, men tað kann koma av at tú ikki heldur teg vera nóg góða, sum tú ert. Tú ert uttan iva góð nokk sum tú ert, og tað eru nógv, sum halda teg vera nógv betri enn tú sjalv heldur teg vera.

Royn og ver góð við teg sjálv!.

Vónandi fer alt at ganga frammá hjá tær, og vónandi fert tú ikki at kenna teg so einsamalla. Um tú ikki kennir tað, sum at tú kanst tosa við nakran um tað, sum tú hugsar um, so ert tú altíð vælkomin at skriva inn her aftur, ella kanst tú kjatta við okkum.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin