huff….

Spurningur: Hey :) Eg yvist stórliga í um eg eri hyperkonder…eg havi søgt eitt sindur um tað, og symtomini hóska nokkso væl til meg. Eg prøvaði eisini ein test, og eg fekk svari: “det er ikke helt udelukket, at du er en hypokonder. “hvat skal tað merkja?

Hey og takk fyri brævið!
At vera hypokondari er; tá ein altíð heldur, at ein er sjúkur. Tá ein so fer til lækna, finnur læknin ikki nakað, sum kundi verið galið, hóast hann ger ymiskar kanningar. Um tú heldur, at tú ert hypokondari, kanst tú fara til læknan og tosa við hann um hettar. Hann kann hjálpa tær við at finna útav, um tú ert sjúkur ella ikki. Læknin kann eisini senda teg til ein sálarfrøðing, ið kann hjálpa tær at sleppa av við at vera bangin um at verða sjúkur. Onkuntíð kann ein føla seg sjúkan og blíva bangin. Hetta kann gott vara í eina tíð, men so hvørvur tað aftur. Um tú blívur við at verða bangin, um at tú ert sjúkur, mást tú fortelja tínum foreldrum um hettar ella onkrum vaksnum, sum tú hevur álit á. Sum tú kanska eisini hevur lisið, tá ið tú hevur leitað á netinum,  so snýr tað seg nógv um tankar. Tú hugsar og hugsar, og til endans trýrt tú uppá tað, sum tú gongur og hugsar. Tí er tað gott, at fáa tankarnar at hugsa um okkurt annað enn sjúku ella sjúkueyðkennir…. Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur, um tú hevur brúk fyri tí!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin