Tað er so ótrúliga ringt at føla seg hildnan uttanfyri av hinum. Eg skilji væl at tú gerst kedd, tá ið tú hoyrir, at tínar góðu vinkonur hava baktalað og logið um teg. Sjálvandi verður tú kedd og skuffað, serliga tí at tú veitst, at tú einki hevur gjørt teimum?
Nú veit eg ikki, hvør tað er, sum hevur sagt við teg, at tær baktala teg og lúgva um teg? Men í øllum førum haldi eg, at tú skalt fara at finna útav, um tað nú passar?
Eitt, sum tú kanst gera fyri at finna útav tí, er at fortelja teimum, hvat tú hevur hoyrt, og spyrja tær um tað passar? Hetta ljóðar ringt, men ofta er tað ein lætti at fáa sovorðið sagt; og ofta kemur so nógv gott burturúr at tosa um tingini.
Eg haldi, at tú skalt royna at tosa við tær báðar í senn. Og so haldi eg eisini, at tú skalt fortelja teimum, at tú bleivst kedd, og følir, at tær halda teg uttanfyri, tá ið tær ikki svara tær uppá, um tú kanst koma við til teirra fest. Serliga tá ið tær so aftaná lova einari aðrari gentu við.
Eg haldi virkuliga, at hasar báðar vinkonurnar hjá tær skulu hava at vita, hvussu tað følist hjá tær. Og tað kunnu tær best fáa at vita, um tú fortelur teimum tað. Tí, tú veitst best, hvssu tú hevur tað innaní.
Tað er kanska ikki lætt hjá tær, at siga tað við tær. Eisini tí at tú ert ein og tær eru tvær. Men, tað kann gott vera, at tingini ikki eru so galin, sum tit halda.
Ein annar møguleiki er, at fortelja alt hetta fyri tínum foreldrum. Tað hjálpir altíð at deila tað sum man er keddur av, við onnur. So kunnu tú og foreldrini saman finna útav, hvat tit kunnu gera.
Eg hopi, at tú fært brúkt hetta svarið til nakað, og eg hopi eisini, at tú fært fortalt hetta fyri vinkonunum ella foreldrunum hjá tær.
Annars, so mást tú skriva aftur til okkara, ella ringja til ráðgevingina mánadag ella hósdag kl 14-22.
Alt tað besta, og góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin