hon sjálv…

Spurningur: Super tit hava gjørt hetta.:) Men nú til tað eg skuldi spyrja um. Eg eri 15, vigi 60 og eri 1,68. Eg føli meg heilt ótrúliga feita. Havi hoyrt um okkurt sum eitur”afføringspillar” ella okkurt sovorðið, okkurt man tapur seg av?Ætlaði at vita um tað var møguligt at fáa fatur á onkrum sovorðnum, kanska á apotekinum? Eg kann ikki reiðiliga gera nakran ítrótt, tí eg havi ein skaða í beininum. Men vil ikki hava at mamma finnur útav nøkrum, tí hon er atíð bangin fyri øllum sovorðnum, tí hon heldur, at annar hvør doyr av slíkum. Fyri at siga tað pent, vil hon hava at man skal vera nokkso buttutur fyri at vera til pass. So har er eingin kjansur at snakka við hana! Men ja, hevði gjarna vilja fingið fatur á onkrum sovorðnum. So góðu fittu tit, kunnu tit ikki hjálpa mær!

Hey “hon sjálv”.
Tað ringasta tú kanst gera, um tú veruliga vilt klænka, er at fylla teg við “afførningspillum”. Hesar tablettir eru als ikki til at klænka av, tær eru til heilt nakað annað. Tey sum t.d. hava gleði av afførningstablettum eru serliga heilt gomul fólk, ella heilt sjúk fólk, sum als ikki orka at røra seg, og tí noyðast at liggja í seingini. Tá hendir tað, at tarmar o.a. steðga við at arbeiða, og so noyðast tey at fáa “afførningstablettir” fyri at sleppa av við skarnið. Afførningsmedisin kann vera sera, sera vandamikið. Læknar greiða frá, at tað kann føra til lammilsi, blóðpropp o.a.

Tann einasti rætti mátin at klænka er, at eta sunnan mat, eta eitt sindur minni, enn ein vanliga ger og so røra seg meira. Ofta noyðist man veruliga at broyta matvanarnar. Um tú ynskir at tapa teg, so noyðist tú at hugsa um, hvat tú koyrir í munnin um dagin. Halt tey burtur frá bommi, og øðrum slikki. Sodavatn fitar illa. Drekk vatn ístaðin. Halt teg burtur frá grillmati. Hesa ársins tíð er nógv leskilig frukt at fáa í handlunum, eisini nógvar sera spennandi fruktir. Kanska kanst tú seta tær sum mál, at royna nógvar ymiskar fruktir.

Tú sigur, at tú fært ikki so væl rørt teg vegna skaða í beininum. Nú veit eg ikki, hvussu stórur tín skaði er, men hugsa teg væl um –  hvat kanst tú gera til tú blívur frísk, kanska kanst tú svimja, ganga túrar ella møguliga súkkla. Royn at hugsa um, hvussu kanst tú røra teg meira. Og minst til, úrslit sæst ikki beinanvegin. Hav tol. Góða eydnu!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin