Goda fitta tú .
Hetta er ikki ein løtt støda hjá tær og tykkum sum familjaat vera i, tá foreldur skiljast er tad øgiliga ringt at vera barn, likamikid hvussu gamal man er. Tu kennir teg óiva einsamalla og kedda- hetta er viktit at tosa vid onkran um .
Ber til hjá tær at siga tad vid pápa tin .? – at siga honum at tu er kedd, serliga tá hann tosar ringt um mammu tína . Fortel honum eitt sindur um hvussu tu hevur tad, at tu hugsar um mammu tina og saknar hana.
Tú sigur at tu følir at tu er vid at bliva hørd og eg hugsi at tad er ti tu fortreingir tina sorg og tin sakn.
Hetta at leggja lok á sínar kenslur og gera seg hardan, er ein máti at verja seg uppá tá man ikki veit hvat man skal gera.
Er onkur i familjuni tu kann tosa vid um hetta, ella ein lærari – bara onkur vaksin sum tu kennir teg trygga vid.
Tad hjálpir at tosa um truplar stødur og kenslur, og kanska onkur kann hjálpa tær at tosa vid pápa tin so eisini hann kann fáa hjálp til sina sorg.
Eg síggji á brævinum at tu er pressa og at tu hevur tad ringt – og hugsi at tu má sleppa at tosa vid onkran vaksnan um hetta.
Ein gott bod er sum sagt ein lærari ella mamma til eina vinkonu. – tad er tad eisnasta sum hjálpir : at tosa.
Tu er vælkomin at skriva til okkum aftur um hetta er trupult fyri teg,eg svari tær aftur.
Alt tad besta góda fitta tú 🙂