Hjálp mær…góði!

Spurningur: Eg fái alla tað hjálp eg kann fáa, men allíkavæl so føli eg meg einsamalla. Okey um meg. Eg havi altíð verið eitt sindur yvirvektig, beint nú eri eg ca. 1.70 cm og vigi ca. 76. Tað er ikki nógv, men eg havi tað ikki gott við tað. Eg havi eisini eitt sindur ringt við at skriva og tí eri eg ikki so sikkur við alt eg geri. Og nú eg eri eg komin í 9. flokk, eri eg ræðuliga bangin. Bangin at eg ikki klári meg í skúlanum osv. Tað er so nógv annað eg kann nevna..! Og so er tað so nógv sum hjálpa mær, men allíkavæl eri eg deyða bangin, eg siti ofta og smá gráti og føli at eingin hevur tað líka sum eg. Eg havi nógv ið eg kann snakka við, men eg longist eftir einum sum hevur tað líka sum eg. Og so tá ið eg havi tað ringast, føli eg at eg havi ongan at snakka við, og so fái eg tað bara verri.

Góða tú sum biður um hjálp!
Vil byrja við at siga takk fyri brævið. Tað er sera flott at tú klárar at greiða so væl frá tínum kenslum. Tú stríðist uttan iva við ymiskt, sum nógvir tannáringar stríðast við, uttan at tit vita av hvørjum øðrum. Ofta ganga vit runt og halda, at øll hini hava tað so lætt, tí at vit sum oftast ganga runt og spæla eitt sindur av sjónleiki allan dagin, og lata sum um at hjá okkum er alt í lagi. Hetta ger so sjálvandi, at vit ikki rættiliga vita, hvussu onnur hava tað, og koma at kenna okkum einsamøll. So eg skilji væl at tú følir teg einsamalla við tínum trupulleikum, men tú skalt vita at túsundtals onnur hava tað sum tú viðhvørt.   Tú sigur eitt sindur um, at tú fyrr hevur vigað ov nógv, men at tú nú er passalig, men at tú allíkavæl ikki hevur tað gott við tað. Tað at ein t.d. hevur vigað ov nógv ella eitt hvørt annað ein hevur havt tað trupult við, førir ofta til, at ein kemur at bróta sjálvsvirðið hjá sær niður, við at ein huhsar ringar tankar um seg sjálvan. Og tá ið sjálvsvirði er vánaligt, verður ein ofta ósikkur, og brýtur seg enn meira niður við at billa sær sjálvum inn, at ein einki dugir, at man er ljótur, at eingin tímir ein o.s.fr. Hetta er ikki nakað vit gera við vilja við okkum sjálvi, men meira automatiskt, uttan at hugsa um tað. Og tí er tað virkuliga gott og týdningarmikið, at tú sum nú, ert blivin varug við, at tú hevur tað so, so at tú kanst steðga tí.   Tað at tú ert bangin, kann gott vera ein avleiðing av, at tú ikki ert so trygg við tað, tú gert, tí at tað er ongantíð stuttligt, um ein t.d. í skúlanum skal leggja fram ella svara onkrum spurningi, og ikki er sikkur uppá um ein nú dugir tað ella ikki. Hetta hongur, sum eg segði í áðni, sera ofta saman við sjálvsvirðinum hjá okkum.   Eg havi hug at enda við, at geva tær eitt lítið ráð, sum eg havi lisið á einari heimasíðu fyri ung, har tey skriva um lágt sjálvsvirði og hvussu man sjálvur kann bróta óndu ringrásina man er komin í.    ”Ger tað sum tú ert góð til og hugsa fyrst og fremst um tínar styrkir, ístaðin fyri tínar veikleikar. Vit hava øll styrkir og veikleikar. Set tíni egnu mørk, og virð teg sjálva við at vera ímóti tær sjálvari, sum tú ert ímóti tíni allar bestu vinkonu.” – www.girltalk.dk

Alt tað besta Tú & Eg Ráðgevingin