Hjálp mær, eg klári ikki lívið meira

Spurningur: ALTSO. EG KLÁRI ALTSO IKKI HETTA LÍVIÐ MEIRA. EG VIL SLEPPA NIÐAN TIL GUD. EG HAVI SOO NÓGVAR SJÁLVMORÐS TANKAR :O KLÁRI TAÐ IKKI. EG KLÁRI IKKI AT VERA Í SKÚLANUM, EG KLÁRI IKKI AT VERA HEIMA & EG KLÁRI IKKI AT GANGA INNI Í SMS. EG ERI EIN AV TEIMUM SUM GANGA NÓGV Í BÝNUM & ERI NÓGV SAMAN VIÐ VINUM, MEN EG ERI IKKI NØGD. MÍTT PROBLEM ER AT ALLAR ALLAR ALLAR GENTURNAR & DREINGIRNIR,  SJÁLVT ALLIR LÆRARARNIR SIGA VIÐ MEG AT EG ERI SO BLEIK, EISINI OMMURNAR HJÁ MÍNUM VINUM & MAMMURNAR HJÁ TEIMUM. EG VIL UPP TIL GUD. EG VIL IKKI VERA HER NIÐRI MEIRA. EG KANN IKKI BLÍVA BRÚN. MAMMA LOVAR MÆR IKKI AT BRÚKA BRÚNT KREM TÍ AT EG OYÐILEGGI MÍNA HÚÐ OG TAÐ ER ONGANTÍÐ SÓL HER Í FØROYUM. KANSKA ONKUNTÍÐ, MEN TÁ TAÐ ER,  SKUNDI EG MÆR ÚT AT SÓLA MÆR. EISINI EINAFERÐ LÁ EG ÚTI Í SÓLINI Í 3½ TÍMA & TÁ EG KOM INN AFTUR, VAR EG IKKI EIN GONGD REYÐ, OMG. ALSO EG GERI SJÁLVMORÐ. EG KLÁRI IKKI AT FÓLK STANDA OG HYGGJA EFTIR MÆR TÍ AT EG ERI SO BLEIK :'(:'(:'(:'(:'(:'(:'(:'(:'(:'(:'(:'(:'(:'(:'( J

a tað er gott nokk ikki lætt at vera tú, men eg haldi nú at tú skalt royna at hugsa ørðvísi.
Orsøkin til at tú ikki vil liva meira, er tað tí at tú ert ov bleik? Ella er lívið keðiligt og meiningsleyst í aðrar mátar?
Tí um tað bert er tí at tú ert so bleik, so er tað ein trupulleiki sum kann loysast. Tí tað at taka sítt lív er so meiningsleyst. Men tá tú gongur við slíkum tankum, er umráðandi at tosa við onkran um tað. Fortel foreldrunum hjá tær hvussu tú hevur tað og hvat tú gongur og hugsar um. Tey vita kanska ikki hvussu kedd tú ert, og hvussu nógv tað hevur at siga fyri teg, at tú fært loyvi at smyrja brúntkrem ella okkurt annað á teg, sum fær teg til at føla teg eitt sindur betri. Fyri tey ert tú heilt sikkurt teirra vakra dóttur, men fortel teimum hvussu tú hevur tað innast inni, tað er týdningarmikið, og ger tað beinanvegin!
Men eitt annað sum eisini er týdningamikið er, at eitt ella annað stað so er tað kanska ein partur av tær at verða bleik. Tað kann vera so irriterandi til tíðir, men soleiðis er tú, og tað kanst tú siga við fólk tá tey nevna tín húðalit. Tað kann vera ein hjálp, at tú hugsar um hvørjar litir tíni klæðir hava, so tey passa til teg og tín húðalit. Fá mammu tína ella onkran annan við tær at keypa klæðir næstu ferð, so tit finna teir litir sum tær klæðir.
Eitt annað sum er umráðandi tá man følir seg bleikan er at vera nógv úti, og nú meini eg ikki seint um kvøldið, men til dømis í fríkorterunum, aftaná skúlatíð og í vikuskiftinum. Far út og gang túrar við vinunum, spæl bóltspøl, ella ger okkurt annað uttandura sum tú tímir. Tað hjálpir bæði likamliga og sálarliga at vera úti og fáa fríska luft. Og nei, tú verður nokk ikki brún av tí, men tað hava ta ávirkan, at man fær húð sum sær sunn út. Tað at vera nógv úti, fáa fríska luft og hava tað stuttligt, er eisini gott uppá so nógvar aðrar mátar.

Men enn einaferð, minnst til fáa eitt gott prát við foreldrini um tínar tankar og trupulleikar.
Hugsa so um allar tær positivu síðurnar av tær sum menniskja, tær eru uttan iva nógvar.

Alt tað besta.