Hjálp?

Spurningur: Heeeej Eg. Eg eri ein genta sum hevur nokkso mega nógv brúk fyri hjálp. Eg føli at mín besta vinkona ikki er heilt erlig fyri mær, og virkar sum um at hon er mega troytt av mær :´( og eg haldi heldur ikki at eg kann tosa við hana uppá sama máta longur. Er tað nakað tit vita hvat man kann gera? … Eg hopi tit við gleði vilja svara =}

Góða tú, sum biður um hjálp.
Títt bræv er stutt, so tað er ikki so lætt at vita, hvat tað er, sum er galið í millum tykkum báðar. Tú fortelur ikki um nakra ávísa hending, sum kann orsaka tað, at tit ikki eru so góðar vinkonur longur. Eg skilji væl, at tú ert kedd, tá vinkona tín hevur broytt atburð mótvegis tær, tað er hart!
Tað einasta eg kann koma í tankar um, er at hesin aldurin tit eru í, er ein aldur, har so ótrúliga nógv broytist. Harímillum vinarløg og áhugamál. Ofta kann tað kennast, sum man veksur hvør sín veg, og ikki longur passar so væl saman við sínum vinum. Kanska er tað tað, vinkona tín upplivir nú?
Eg haldi tað besta fyri teg, er at royna at finna útav, hvat tað er. Tað besta hevði verið at spurt vinkonuna. Tú kanst byrja við at siga, at tú følir tað, sum hon er broytt, at hon ikki er líka mótvegis tær, sum hon var fyrr. So kann tað jú vera, at okkurt serligt er, onkur hending, sum hon er skuffað ella kedd um. Tað sum ræður um, er at tosa pent við hana, ikki gera tað til klandur, men forklára henni at tú fegin vilt vera vinkona við hana framvegis osv.
Onkuntíð kann tað eisini vera neyðugt at taka eina lítla pausu frá hvørji aðrari. Tú kundi kanska roynt at givið henni eitt sindur rúm, roynt at verið saman við øðrum í nakrar dagar, og vitað so, um hon kom sjálv og fortaldi tær, hvat tað er, sum nívur hana.
Eg vóni at tit báðar finna útav tí saman, tí vinir eru gull verdir!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin