Hey tú, ið kallar teg hin forvirraða!
Skilji væl, at tú ert forvirrað nú. Tað er altíð keðiligt at finna út av, at ein hevur gloymt okkurt, sum ein ikki skal gloyma. Eg veit ikki rættiliga, nær í tíðarskeiðnum, ið tú hevur gloymt báðar p-bollarnar, men í øllum førum er tað ov seint at brúka angri-bollar aftaná 3 dagar eftir kynsliga samveru uttan verju. Angribollin virkar best, jú skjótari hann verður tikin eftir kynsliga samveru uttan verju, helst innan 24 teir fyrstu tímarnar. Tó ber til at brúka hann upp til 3 dagar eftir, men jú longri tað gongur, jú minni virkar hann. Angribollin kann keypast á apotekinum uttan resept. Angribollin skal bert brúkast sum neyðloysn og ikki sum fyribyrging. Tú sigur, at tú hevur trupulleikar við fyribyrging. Um tú hevur trupult við at minnast tínar p-bollar, kanst tú finna onkran máta, soleiðis at tú í framtíðini kanst minnast teir betri. Tað kann t.d. gerast við at leggja teir í tín kosmetikk-pung ella aðrastaðni, har tú sært arkið hvønn dag. Tað er eisini gott at taka teir fast saman við einari máltíð, ið tú altíð etur, t.d morgunmat ella nátturða. Ert tú í iva, um tú ert við barn ella ikki, kanst tú venda tær til læknan ella kanna tað við eini roynd frá apotekinum.
Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin