Góða tú, ið fegin vilt hjálpa!
Tað er ein ring støða at koma í, tá ein sær vinfólk og onnur, ið ein er væl við, gera nakað, sum er vandamikið fyri tey. Tað er eitt sindur ringt at siga, hvat er best hjá tær at gera, tá eg ikki veit meira um, hvussu tætt tit eru knýtt, og hvussu væl tit eru. Tað, sum tú eisini skalt hugsa um, er at ansa eftir tær sjálvari, so at tú ikki verður ov tyngd av trupulleikum hjá øðrum, sum tú ikki heilt hevur møguleika at broyta. Tað er hann sjálvur, ið skal broyta sínar vanar, um hann ætlar tað. Tað, sum tú kanst gera, er at vísa honum umsorgan, tí sjálvt um hann brúkar rúsevnir, er hann líka fittur sum onnur. Hann kann hava onkrar truplleikar, ið gera, at hann hevur tørv á at rúsa seg. Tað eru ikki øll, ið duga at ansa eftir sær sjálvum, og koma tí út í trupulleikar. Tá tú ikki góðtekur hansara atburð og ert bangin fyri, hvat fer at henda, kanst tú lættliga koma at skumpa hann frá tær, tá tú skalt tosa við hann um tað. Tá er tað betri, at tú vendir tær til heilsufrøðingin í skúlanum, sum so kann taka ábyrgdina av tínum herðum og taka sær av at tosa við tykkum í flokkinum um m.a. rúsevnir, og hon kann eisini halda eyguni við, hvussu hesin drongurin hevur tað, og tosa við hann og hansara foreldur, um tað gerst neyðugt. Tað er ikki neyðugt, at nakar fær at vita, at tú hevur boðað heilsufrøðinginum í skúlanum frá. Um tú hevur brúk fyri t.d. at kjatta við okkum um hetta ella okkurt annað, ert tú hjartaliga vælkomin.
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin