Gravid av at fleyga sær?

Spurningur: Kann ein genta blíva gravid um hon stingur fingurin í holið á sær, og ger sum tá ein drongur stingur ‘dikkin’ í har? Kann hon so blíva gravid um hon ger tað?

Hey, 14 ára gamla..!
Nei, tað ber ikki til at blíva upp á vegin við at fleyga sær. Fyri at blíva uppá vegin, má man fyrst hava verið í song við einum drongi – tað skulu altíð tvey til. Um tú vilt vita meira, so kanst tú fara at hyggja á www.sexlinien.dk at fáa nógv meira at vita um sex og um at vera ungur. Um tú fert inn á heimasíðuna hjá okkum, barnabati.kinsta.cloud, kanst tú klikkja á Eg og Lívið og har stendur ymiskt at slesa um kynslív og har eru eisini fleiri leinkjur til heimasíður um sex.

Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin