Góðu kunna tit skunda tykkum:i3 havi brúk fyri hjálp beinavegin..

Spurningur: Heyhey!:D Ehmm eg haldi bara at eg skrivi aftur, vita um eg so kanska fái svar ii: ehmm eg eri ein genta, ið heldur at hon ikki hevur tað gott, eg havi cutta meg og havt sjálvmorðtankar.. Men tad er ikki tí at eg ongar vinir hava, eg havi nokk av vinum men eg føli bara soleiðis at vinirnir hjá mær droppa altíð meg fyri onnur og eg droppi aldrin teg fyri onnur:ii :D eri meega stolt, tí eg eri byrjað at spæla við einum orkestri, og míni foreldur eru eisini stolt, fyri fyrstu ferð, haldi eg. tey siga altíð at tey elska meg og blablabla… Men tey vísa tað aldrin fyri mær ii: men so er tad eisini at, grundin til eg cutti meg tað er tí at eg verið happa av fólkum sum eg ikki kenni :ii nógvar gentur spyrja um tær kunna sleppa at vera gumma til barnið sum eg fekk.. men løgið nokk eg eri ikki blivin uppá vegin:P men jaa og eisini tí at fólk ganga runt og kalla meg ljót orð (tími ikki at skriva tað her tí um tey eisini eru á her so kunna tey vita hvør eg eri :i ) og tad hava tey gjørt nu í næstan 2 ár og eg klári tad ikki meir :ii eisini at mamma mín hon ger aldrin nakað til nitti heima… hon sigur altíð við okkum (Altso mínar systrar og meg ) ruddi upp eftur tykkum.. so tá ið man hyggur rundan um seg so er tad hoon ið eigur alt sum flytur runt. og hon hyggur altíð eftur sjónvarp og er ein dovin kona sum eg aldrin havi uppalivað fyrr… eg haldi eisini at eg vigi for nógv :ii eg mundi einafer fáa anoreksia ** og tad vil eg ræðuliga gjarna fáa enn at eta for nógv :ii eg eti ALTÌÐ og allatíð og eg haldi at tad er heilt forbannað iriterandi.. tí at eg verið eisini kalla fyri feita í flokkinum og eg eri aldrin sjálv sykkur eg tonki altíð uppá tad sum hini halda um meg og aldrin tad sum eg haldi um meg sjálvan :i meen jaa haldi at hattar var tad.. men hopi at tit kunna hjálpa mær við Cuttingini :ii please svara beinavegin aftur..:ii eg havi virkuliga brúk fyri hjálp :*    

Góða tú!
Takk fyri brævið! Vit hava broytt tað eitt sindur, tí at vit vilja verja teg, soleiðis at tú ikki verður kend aftur av fólki, ið lesa tað her.   

Tillukku við tí góða, sum er hent ! Tú kanst saktans vera stolt! Tað ljóðar, sum tú ert ein aktiv ung genta við vinfólki og foreldrum, sum eru góð við teg. Tó er okkurt sum tyngir teg. Tú sigur, at foreldrini ofta siga, at tey elska teg, men ikki duga so væl at vísa tað. Ofta hava foreldur nógv at gera og eru sera upptikin av teirra arbeiði og øðrum, at tey kunnu “gloyma” hvussu týdningarmikil tey eru fyri teirra børn. Ofta vilja tey fegin gera tað besta tey kunnu, bæði fyri børnini og starvið sum tey hava, men tíðin strekkir ikki altíð til. Eg hugsi, um tú møguliga kundi sagt tínum foreldrum hvussu tú hevur tað til dagligt og um at tú skerir í teg. Tú kundi til dømis víst teimum hetta brævið, um tað er lættari.  

Eg skilji væl, at tú ert kedd, um at tú verður happað. Eg hugsi, um hetta er nakað sum hendir, tá ið tú ert í skúla ella uttanfyri skúlan. Um tað er í skúlanum, er tað týdningarmikið at tú sigur onkrum lærara ella øðrum vaksnum frá um hetta, so tey kunnu hjálpa við at steðga tí, alt fyri eitt. Tú sigur, at tú skerir í teg tí at tú verður happað. Eg skilji, at hetta kann linna um ta pínuna, ið tú kennir, tá ið tú verður happað. Hinvegin loysir skeringin ikki tín trupulleika, men ger hann heldur størri og kann vera vandamikið, um tú skert ov djúpt. Tað sama er galdandi viðvíkjandi anoreksi. Anoreksi er eingin loysn, um ein heldur seg viga ov nógv, men kann hinvegin vera heilsuskaðiligt og vandamikið. Tí er tað so týdningarmikið, at tú fært hjálp til at steðga við skeringini. Nú veit eg ikki, hvar tú gongur í skúla, men tað skuldi verið ein heilsusystur knýtt til tín skúla. Eg trúgvi, at tað kundi verið gott fyri teg at tosa við hana um trupulleikarnar við happingini og skeringini. Hon kann eisini hjálpa tær við at leggja eina kostætlan og geva tær ráð um rørslu, og á tann hátt hjálpa tær at tapa teg á ein sunnan og góðan hátt. Og eg vil eisini, enn einaferð, biðja teg umhugsa at tosa við tíni foreldur, um hvussu tú hevur tað. Tað er onnur hjálp at heinta heldur enn at skera seg. Tað krevur tó, at tú torir at tosa um tínar trupulleikar, og at skriva til ráðgevingina er fyrsta stigið. Tú kann eisini tosa við tín egna lækna, um at tú skerir í teg. Læknin hevur tó skyldu at boða tínum foreldrum frá, tá ið tú ert undir 18 ár.  

Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til ráðgevingina ella ringja, um tú hevur fleiri spurningar. Vónandi kann svarið brúkast!   Alt tað besta  

Tú & Eg Ráðgevingin