gentan sum dámar gentur

Spurningur: Heyhey! Nú er tað so, at eg eri rættiliga bangin yvir um eg eri til gentir…tá ið eg til dømis síggji ein naknan lekkran mann, tendrist eg ikki yvur hann. Um eg hevði sæð tvær damur verið saman, so tendrist eg heilt vist…eg tori ikki at siga tað fyri nøkrum..tí hetta líkist ikki mær..Vissi eg skal tendrast, má eg fyristilla mær at ein genta fer niður har hjá mær ístaðin fyri ein drongur..eg helt at tað var normalt, men nú eg hugsi um tað..so eri eg nokk til gentir? Eg vil bara ikki trúgva tí. Men eg klári ikki at fyristilla mær at liva saman við einari gentu. Eg vil altíð hava ein dreingja sjeik, men so er tað um tað bara er tí eg hugsi tað tí eg eri von við, at sodan eigur tað bara at vera, dreingir og gentir saman…eg veit ikki hvat eg skal gera við tað?    

Góða genta!  
Hvat er so ræðuligt við at vera til gentur? Heldur tú teg brádliga vera minni verda av hesi grund?  Ert tú kanska meira “skeiv” enn onnur? Er tað ordiliga flóvisligt, píniligt, synd og skomm ikki at vera sum hini? Og fara øll at døma teg og taka frástøðu frá tær, fáa tey tað at vita?  

Vit hava øll eina hugsan um, hvussu  vit eiga og skulu vera. Og vit eru so ræðuliga bangin fyri ikki at vera normal. Men tað er hvørki sjúkt  ella skeivt  ikki at vera sum hini. Og tað er heilt normalt at vera ørðvísi. Og at vera samkynd er nokk ein tann vanligasti sokallaði ónormaliteturin, ið er. Men eg skilji væl tína frustratión. Okkara seksualitetur kann til tíðir vera ein stór fløkja og ringt kann vera at finna høvd og hala á sær sjálvum.  

Summi vita við vissu,  at tey eru samkynd, og onnur hava tørv á longri tíð og ofta eisini tíð til at viðganga, at tað er tað, tey eru. Og vit liva í einari verð, har vanligi hugburðurin er, at maður og kvinna hoyra saman í parlagi. Hóast hesin hugburður er í broyting og vit gerast meira og meira greið yvur okkara seksuella fjøllbroytni sum menniskju, so kann tað vera ringt at hugsa øðrvísi – eisini hjá teimum, ið sjálvi eru samkynd. Og av somu grund eru tað eisini nógv samkynd, ið liva sum støk ella enda í parlagi við hinum kyninum – tilvitað ella ótilvitað. Tað er í lagi at ivast og tað er eisini í lagi at halda seg vera samkyndan og so finna útav, at tað var mann ikki kortini. Og summi eru tvíkynd, tey eru til bæði kvinnur og menn, og summi eru aseksuell – tey eru hvørki til kvinnur ella menn.   

Ofta hava vit menniskju lyndi til at yvirvurdera avleiðingarnar av tingunum. “mamma og babba drepa meg!”, “ vinfólkini fara at hata meg!”, “Eg fái ikki arbeiði!”, “øll fara at halda meg vera eitt freakhøvd”,  “Eg doyggi, um nakar finnur útav tí!” osfr. Onkuntíð fáa ting keðiligar avleiðingar, men sum oftast verður  tað heila ikki so ógvisligt, sum vit gera tað til, og eftir eina tíð er gerandisdagur longu komin aftur í aftur tingini. Tað er ein sovorðin lætti at vera kropin út úr skápinum. Sannleikin er tað sannleikin er – og um tað er tín sannleiki at vera samkynd, so góðtak tað! Tú hevur eitt ríkt og spennandi lív fyri framman og lat ikki fordómar,skomm og óttan fyri, hvat “hini” hugsa og halda forða tær í at menna teg sum menniskja.  

So royn at taka tað róligt! Ver forvitin og granska við opnum sinni teir tankar og tær kenslur, ið veltast inni í tær! Tak tíð til tín sjálvs, gleð teg og gev  tær sjálvari stundir at leita framm, hvussu júst tín seksualitetur er skrúvaður saman. Tú kanst kanska eisini tosa við onkran samkyndan um tínar frustratiónir ella far inn á heimasíðuna hjá LGBT í Føroyum (www.lgbt.fo) og lesa um seksuellar minnilutar.     

Tað er bara tú sjálv, ið kanst  vita, um tú ert samkynd ella ei. Og ert tú samkynd, so er tað tað, ið tú er. Og hvat so? Tað er einkið galið við at vera samkynd. Títt virðið sum menniskja broytist ikki av teirri grund.  

Tú ert, og vilt altíð vera ok– minst til tað!    

Kærar heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin