Genta í ikki orkar at liva

Spurningur: Eg orki ikki at liva! Brævið er tíverri ikki blivi skriva inn saman við svarinum. Men tú sum hevur skriva hetta bræv kennir vónandi títt dulnevni aftur.

Brævið er tíverri ikki blivi skriva inn saman við svarinum. Men tú sum hevur skriva hetta bræv kennir vónandi títt dulnevni aftur.

Orðsaka feilin.
Tú & Eg Ráðgevingin

Góða “Genta, ið ikki orkar at liva”
Tað er ikki lætt at hava tað soleiðis, og vera so einsamøll við øllum, sum tú skalt ganga og hugsa um. Tað ljóðar einsamalt hjá tær, at tú ikki kanst syrgja fyrrenn nú, tú ert 13 ára gomul, og mamma tín doyði tá ið tú vart nýføðingur. Er tað ongantíð nakar, sum hevur tosað við teg um mammu tína? Eg hugsi um tú til dømis hevur eina ommu ella abba, sum tú kanst tosa við um mammu tína? Ella, hvat við pápa tínum? Hevur hann ongantíð sagt nakað? Hevur tú spurt?

Eg rokni við at tú hevði fingið nøkur ting uppá pláss, um tú fekst tosað við onkran um mammu tína, og um sorgina, sum tú hevur yvir at hava mist hana. Men tað krevur sjálvandi, at tú fert til onkran at tosa við tey um hana.

Eg haldi, at tá ið man er “soo besverlig” sum tú sigur, at lærararnir halda teg vera, so er tað tí at tú ikki hevur tað so gott. Og tí haldi eg at tað er umráðandi, at onkur vaksin sum tú kennir, sær tað og hjálpir tær at koma víðari.

Hví tú gongur runt og heldur, at tað eru nógv sum hata teg, kann eg ikki svara tær uppá. Men kan tað vera okkurt sum tú heldur sjálv? Um tú hyggur væl eftir, so er tað kanska onkur sum tú ert nokkso væl við. Tú kanst prøva at halda teg til tey sum tú heldur eru meira positiv.

Míni fyrstu ráð til tín eru at fara at tosa við pápa tín um mammu tína. Tú kanst siga við hann, at tú gjarna vilt tosa við hann í frið. Og so haldi eg at tit bæði skulu tosa saman, um hvat tað var sum hendi, tá ið mamma tín doyði. Tað kann vera gott at deila sína sorg við onnur.

Skriva endiliga aftur til okkara og fortel, hvussu tað hevur gingið, um tú hevur hug til tað.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin