Genta blívur happað yvir grensuna

Spurningur: Hey Barnabati (: Eg eri ein 15 ára gomul genta, sum hevur trupulleikar í skúlanum. Eg blívi happa av dreinginum har, teir eru altíð eftur mær, og tað er tað eg ikki forstandi? begrund av teimun, so klári eg næstan ikki at ganga í skúla, eg skulki, geri næstan aldrin nakað í skúlanum, og tað gongur eisini útyvir mín kropp, eg eti aldrin nakað, kanska um morgunin, so eti eg einki restina av degnum. drekki kanska 2 gløs av mjólk ella onkrum. teir happa meg, tí at eg gangi í býnum, og nýti singlelívið. og teir eru farnir yvir grensuna. tað er dreingir í mínum flokki, og nakrir sum eru 1 ár eldri enn eg, sjálvt nakrir sum eru yngri. So please barnabati.fo kunnu tit hjálpa mær, geva mær onkur góð ráð? Eg havi einki gjørt skeivt í lívinum, men allíkavæl havi eg tað sum øll hata meg. – Eg royni at verða so fitt sum møguligt, men teir gera tað torført fyri meg. eg havi bara eisini hoyrt at teir tosað um meg, at eg eri vemmelig, ljót, snedig, feit osvosv. og tí eri eg við at fáa anoreksi, eg havi einaferð skori meg. eg havi roynt at gjørt sjálvmord. og nu havi eg fingið nokk, so eg flýggji frá trupulleikinum, er tað ein góður ide? please svari mær skjótast -gjørligt, eg havi verðuligani brúk fyri hjálp!!

Hey, tú ið verður happað yvir grensuna!

Takk fyri, at tú hevur vent tær okkara við tínum stóra trupulleika, ið heilt víst er farin langt yvir grensuna! Happing fer altíð yvir grensuna hjá teimum, ið verða happað, og nú skal tað steðgast. Tú hevur fingið so stórar trupulleikar orsakað av trýstinum, ið er á tær, og nú verður tú noydd til at lata tey vaksnu taka ábyrgdina av at hjálpa tær. Tú hevur einki at tapa, men nógv at vinna. Tað verður bara betri, og kann ikki blíva verri, um tú biður onnur hjálpa tær. Eg veit ikki, hvønn tú hevur tosað við um trupulleikan higartil, men tað ljóðar ikki sum um at nakar er har og hjálpir tær. Tað er ógvuliga skaðiligt fyri bæði kroppin og sálina hjá tær, at dreingjanna ringa viðferð nú eisini ávirkar teg soleiðis, at tú ert byrjað at revsa teg sjálva við ikki at eta, skera í teg sjálva og hava sjálvmorðstankar. Tað hevur tú ikki uppiborið, tí tú hevur einki skeivt gjørt, sum tú sjálv sigur. Tú ert ávirkað so negativt av tí, ið teir siga og gera mótvegis tær, at tað ávirkar títt sjálvsálit, órógvar tínar tankar og bindindi. Tínar reaktiónir eru púra vanligar, tá tú verður so illa og javnan happað. Tað eru tey flestu, ið hava uppliva grova happing, helst samd um.

Vælsignaða far til antin heilsufrøðingin í skúlanum ella ein góðan lærara, um tú ikki fært stuðul frá tínum foreldrum, sum fyrst og fremst hava ábyrgd av, at tú hevur tað gott. Tey hava skyldu at hjálpa tær og skulu finna út av, saman við tær, hvussu tú fært eina góða skúlatíð, ta seinastu tíðina, ið tú hevur eftir av skúlatíðini. Tú kanst eisini venda tær til tín lækna, um tú hevur gott samband við hann.

Tað er umráðandi, at tú kanst læra og trívast, og at tú hevur dirvi at fara í gongd við aðrar avbjóðingar í lívinum, t.d. at fara á eftirskúla,  í arbeiði, í miðnámsskúla ella í læru. Møguliga er besta loysnin at tú skiftir skúla, at tú fert á eftirskúla ella okkurt heilt annað. Tað einasta, sum ikki má fáa loyvi at halda áfram, er happingin. Um tú heldur tað vera trupult at siga við ein vaksnan, kanst tú senda viðkomandi eitt teldubræv. Tú kanst altíð kjatta ella ringja til okkara, um tú vilt hava meira hjálp.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin