Genta

Spurningur: Hey. 
Mamman og pápin hjá einari vinkonu hjá mær drekka illa. Serliga í vikuskiftinum. Vinkonan hjá mær er ofta kedd. Hon sleppur at vera úti so leingi sum hon vil, og er ofta ikki í skúla. Vinkonan hjá mær hugsar ofta um bara at fara frá øllum. At gera sjálvmorð. Tann tankin ger meg øgiliga bangnan. Eg vil ikki at hon skal doyggja. Mamma hjá vinkonuni hjá mær veit væl av at hon roykir og drekkur. Men mamman leggur onki í tað, ger onki við tað… Eg haldi ikki at mamman ella pápin sláa hana, men eg eri ikki heilt sikkur. Eg veit bara at eg orki ikki at síggja mína vinkonu so, illa, kedda, í døpurhuga o.s.f.v. Hvat kann eg gera fyri at hjálpa henni? Eg og mín vinkona hava tosað um at siga tað við onkran vaksan, foreldramynduleikarnir, (veit ikki hvussu tað eitur), men vit eru bangnar fyri at hon so skal á barnaheim. Hon hevur tvey yngri sysktin. So hon følir at tað er hennara ábyrgd at hon skal vera heima og ‘ansa’ eftur teimum. 
Hjálp…

Góða ”Genta”
Takk fyri brævið. Eg vil byrja við at siga, at tú ert ein ómetaliga góð vinkona! Vinkona tín er heppin at hava eina vinkonu sum teg.

Tú spyrt, hvussu tú kanst hjálpa henni. Tað besta tú kanst gera – og sum tú longu gert – er at stuðla henni. Tosa við hana tá hon hevur brúk fyri einari vinkonu at práta við. Tá ein hevur foreldur ið hava rúsdrekkatrupulleikar – ella aðrar trupulleikar – so er tað týdningarmikið at man sum barn kann tosa um hetta við onkran sum man hevur álit á. Tú kanst vera tann, ið vinkona tín kann líta á. Um man ikki fær tosað um hesar trupulleikar, so vaksa teir inni í einum, og gerast enn størri.

Eg skilji væl at vinkona tín er bangin fyri, hvat fer at henda, um tit fáa hjálp til hana uttanifrá – t.d. frá barnabverndartænastuni. Men tað er samstundis týdningarmikið at tit biða um hjálp til vinkonu tína, sysktin hennara og foreldur hennara. Man roynir altíð at loysa trupulleikarnir uttan at skilja familjuna sundur. Tað vil siga, at tað er ikki serliga sannlíkt at myndugleikarnir flyta børnini frá foreldrunum, um aðrir møguleikar eru tøkir. Tí haldi eg ikki tit skulu vera bangnar fyri at heita á onkran, sum kann hjálpa familjuni.

Ein møguleiki er at tit tosa við ein lærara. Lærarin hevur skyldu til at veita vinkonu tínari hjálp. Ein annar møguleiki er at tit tosa við foreldur tíni og hoyra um tey vilja hjálpa – t.d. við at seta seg í samband við barnaverndartænastuna – sum so kann hjálpa familjuni á rætt kjøl aftur.

Samanumtikið hjálpir tú vinkonu tíni best við at stuðla henni, og saman kunnu tit hjálpa allari familjuni við at heita á antin ein lærara ella barnaverndartænastuna. Um tú ringir til Tú & Eg Ráðgevingina, kunnu vit geva tær telefon nummarið hjá barnaverndar tænastuni har sum tú býrt. Foreldur hennara hava stórar trupulleikar, men hesir trupulleikar kunnu basast, um tey fáa neyðugu hjálpina.

Tit skulu eisini minnast til at tit eru uml. 14 ára gamlar, og hetta merkir at tit skulu ikki standa við allari ábyrdini. Tí skulu tit heita á onkran vaksnan sum kann taka ábyrd og veita hjálp. Um

Góða eydnu!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin