Góða genta! Rokni við, at tú hevur skrivað hesi bæði brøvini. Tú ert ótolin eftir at fáa at vita, um tú vigar ov nógv, og eg kann siga tær, at títt BMI- tal er 24, sum sigur, at tú vigar ikki ov nógv. Tó skal leggjast aftrat, at tað er trupult at svara tær, uttan at vita meira um teg. Tað er ymiskt, hvussu fólk eru bygd. Tað, sum er mest umráðandi er, at tú etur vanligan heilsugóðan mat, og følir teg fríska og væl tilpassar í tínum kroppi. Skriva endiliga aftur ella kjatta ella ring til okkara mánadagar ella hósdagar kl 14-22, um tú hevur tørv á tí.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin