Genta 12 ár forelskað og ólukkulig

Spurningur: Hey.. Eg eri ein genta, sum eri 12 ár. Eg føli meg sera einsamalla og eri aldrin saman við mínum vinfólkum. Eg veit ikki hví og nú kort síðan fann eg útav, at ein sera góð veninda hjá mær hevur snýtt meg. Hon segði við eina aðra gentu, at hon næstan ikki kendi meg, og at eg og hon aldrin snakkaðu saman og vóru aldrin saman.. og tað passar absolut ikki, eg veik ikki hvat eg skal gera, eg eri so kedd og skuffað av hasi gentuni… Og so,  nú dámi eg ein drong, sum eg ikki ordiliga kenni, men eg veit væl hvør hann er. Eg havi roynt, at skriva til hann inni á arto.. men hann svarar næstan ongantíð aftur…Hvat halda tit, at eg skal gera, fyri at fáa hann at svara aftur?

Hey
Tað er keðiligt at hoyra at tú kennir teg so einsamalla og hevur nógvar trupulleikar. Tú skrivar at tú veitst ikki hví tú ikki ert saman við tínum vinfólkum? Hetta hevur tú sikkurt hugsað nógv um. Men hevur tú roynt sjálv, at koma í kontakt við tínar vinir? Verður tú avíst av teimun? Ella ert tú bara eitt sindur ósikkur fyri tíðina…. tað er tað nógv sum eru í tínum aldri. Gongur tú til nakað frítíðarítriv saman við nøkrum av vinunum? Tað er oftast ógvuliga sosialt og stuttligt, og man er saman við javnaldrum, sum hava somu áhugamál.
Tú skrivar eisini um eina sera góða vinkonu, sum tú ert skuffað av. Tað sárar sjálvandi teg, at hoyra hetta aftur, frá einari aðrari gentu. Nú veit eg ikki rættiliga, hvussu tit báðar hava tað saman, men hevur tú tosað við vinkonuna um hetta, sum tú hevur hoyrt? Um ikki, so haldi eg tú skuldi fari til hana, og spurt hana um hetta. Sig at tú verður ógvuliga kedd av at hoyra tílíkt. Kanska fáa tit eitt gott prát, og kunnu tosa um tykkara vinarlag. Tað er kanska ikki so lætt, men tú átti at roynt. Misskiljingar kunnu lætt koma í vegin, og tí er gott at tosa um tað, og rudda upp í øllum.

Tú spyrt eisini um ein drong, sum tær dámar. Tú hevur helst roynt títt, fyri at fáa hann at svara aftur. Tað er ikki so nógv annað at gera, enn at spyrja um hann vinarliga kann senda tær eitt svar. Um hann ikki svarar, so er spurningurin um tú yvirhøvur skal brúka meira tíð uppá hann.

Góða eydnu við øllum og skriva endiliga aftur um tú hevur hug.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin