Hey og takk fyri brævið og hatta evnið, sum er sera gott at fáa sett orð á.
Tað, sum tú longu ert byrjað, er at vilja broyta hann, tí tú kundi hugsað tær at bæði havt ein við meeeega deiligum kroppi samstundis sum hann hevur alt hitt góða, sum tær dámar væl við honum. Hatta er ein heilt vanlig tvístøða at koma í, tá vit dragast at øðrum menniskjum, bæði tá tað snýr seg um parlag, men eisini tá vit eru saman sum vinfólk uttan nakað kynsligt samband. Tá snýr tað seg eisini um at verða drigin ella frástoytt , og tað kann toga báðar vegir, og tá blíva vit forvirrað.Tó er tað ikki gott at hava ynski um at vilja broyta onnur, og hann hevur longu sagt við teg, at hann ikki hevur ætlanir um tað, so tað verður tú noydd at góðtaka. Tú skalt royna at finna út av, um tú kanst og vilt halda áfram saman við honum, júst sum hann er nú, altso uttan at hann broytist, soleiðis sum tú ynskir, at hann skal verða. Tú kanst hugsa um, at eitt er at verða kynsliga drigin ella frástoytt at honum heilt kropsliga,altso tí at hann hevur tann kropp, ið hann hevur. Eitt annað er, at tú eisini kanst verða drigin at hansara verumáta, har hann skilur teg, er fittur og deiligur. Kundi tú heldur hugsað tær, at tit vóru vinfólk ella tendrar hann teg eisini kynsliga? Tá tú heldur, at hann er deiligur, hvat meinar tú so við? Tað er umráðandi, at tit kunna tosa saman um tað, sum tendrar og sløkkir tín hug, tí tað er bara tú, sum veitst tað. Tað kann bæði vera tað, sum hann sigur og tað, sum hann ger.Tú skalt eisini tola, at hann fortelur tær, hvat tendrar og sløkkir hansara hug til tín. Lurta eftir tínum fornemmilsum og trýst teg ikki at hava kynsligt samband við hann, um tú ikki ert heit fyri tí! Kensluranr í tínum kroppi siga tær, um tú vilt ella ikki.
Kjatta endiliga við okkum, um tú hevur brúk fyri tí!
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin