Forelskaður

Spurningur: Eg eri so forelskaður í eini gentu. Hvat skal eg gera fyri at fáa hana, hon er so mega pen.

Hey ‘forelskaður’
Her eru nøkur hugskot:
Hevur tú tosað við hana? Um ikki, kanst tú spyrja hana um okkurt.
Um tú ikki torir, kanst tú spyrja onkra vinkonu hjá henni ella senda henni ein fittan SMS
Um tit ganga í sama flokki, kanst tú eisini royna at koma í bólk samman við henni, tá tit hava bólkaarbeiði, ella kanska spyrja hana um tit skulu fylgjast onkra staðni. Tað er sera ymiskt hvat man kann gera. Tú mást royna okkurt, sum tú heldur passar til tín.

Góða eyðnu.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin