Foreldur

Spurningur: Mini freldur eru svøk serliga babba, men tad er eg eisini eg eri frrk og babba hevur litið tol og so endar tad vid at vit fara at berjast og hann tekur um meg og leggur meg niður og rópar i høvdi a mær hetta hevur gingið fyri seg i 1 ar sirka og tad endur tekur seg ofta. Eg vil ikki hava hetta meira! Hvat skal eg gera?

Góða/Góði Tú.

Tað er gott at tú skrivar til okkara. Hvørki mamma, pápi ella nakar annar vaksin hava loyvi at fremja harðskap.

Vit hava sett nøkur ráð saman til tín her:

  1. Ring til løgregluna. Tað ljóðar kanska ógvusligt, men tá ið ein ósemja verur til harðskap, so er løgreglan her til at verja okkum. Eisini um tað er okkara egnu foreldur sum fremja harðskap. Nú vita vit ikki so nógv um tína støðu, tí kunnu vit ikki ráðgeva tær so nágreiniliga. Men tú skal vita, at um tú følir teg hóttan, so kann tú seta teg í samband við onkran tú hevur álit á, um tú ikki kann koma í tankar um nakran, so kann tú seta seg í samband við løgregluna á tlf 114 (112 um tað er bráðfeingis og tá er gott um tú eisini rennur inn til ein granna ella foreldur hjá einum vinfólkið). Barnaverndin er eisini ein møguleiki. Vit vita ikki hvar tú býr, men her er eitt yvirlit yvir barnaverndir í Føroyum.
  2. Sig tað við ein vaksnan. Tað kann vera ein í familjuni, ein lærari, námsfrøðingur, heilsuhjálpari ella foreldur hjá einum vinfólki. Kanst tú koma í tankar um onkran? um tú heldur tað er ringt at siga tað hart, kann tú vísa teimum brævið sum tú hevur skriva til okkum.
  3. Ring til okkum. Ein møguleiki er at ringja til okkara á Tú & Eg Ráðgevingini. Vit eru her, um tú manglar onkran at tosa við. Líkasum tú hevur skriva nú, so vita vit heldur ikki hvør tú er tá tú ringur. Tú ringur bara 116 111, so kunnu vit spyrja nærri til tína støðu og saman við tær, finna eina loysn uppá tín trupulleika. Telefonin er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 09-15 ella hvørt kvøld – eisini í vikuskiftum – frá kl. 20-22.00

Vit vón at tú fær hjálp ella ringir ella skrivar aftur til okkara,

Tú & Eg Ráðgevingin