Foreldur

Spurningur: Hey. Eg veit ikki um hettar er býtt, men mamma mín hon bestemmar næstan yvir lívið hjá mær og vit hava ikki eitt gott nokk forhold, at eg kann tosa við hana um mítt lív hvat skal eg gera?

Hey tú,

Takk fyri brævið – og nei, tað er als ikki ein býttur spurningur. Tað kennist aldrin gott, tá ið onkur bestemmar yvir einum og tað er harmiligt, at tú følir, at tú ikki kann tosa við mamma tína.

Tú skrivar ikki so nógv um, hvussu sambandið millum teg og mammi tína er, so tað er eitt sindur torført hjá okkum at ráðgeva tær. Eg kundi hugsa mær at hoyrt eitt sindur meira um, hvussu hon bestemmar? hvussu tosar hon við teg? Og á hvønn hátt bestemmar hon yvir tær?

Tú skrivar, at tit ikki hava eitt gott samband, og at tú ikki kanst tosa við hana. Tosa tit als ikki saman? Hevur tú nakrantíð roynt at tosa við mammu tína, um hvussu tað kennist, tá hon bestemmar so nógv? Kanst tú tosa við hana um onnur ting kanska? Tú kann royna, um tú ikki hevur gjørt tað fyrr, at siga tað við hana – heilt róligt. Kanska verður hon glað fyri, at tú dugir at sigur frá á ein róligan og skiljagóðan hátt?

Tú skrivar, at tú er 15 ár. Tannárini kunnu vera torfør, bæði fyri tann unga og fyri foreldrini. Tá man er tannáringur, fer man jú frá at vera barn til at verða ungur. Hetta er eisini ein tíð, har foreldrini spakuliga skulu lata tann unga vera meira sjálvstøðugan, samstundis sum foreldrini hava ábyrgdina av vælveruni hjá tí unga. Tað er ikki altíð, at tann ungi og foreldrini fylgjast í hesari útviklingini. Tað hendir ofta, at tann ungi og foreldrið misskilja hvønn annan. Man skal líkasum læra hvønn annan at kenna av nýggjum. Tá hjálpir tað, at tosa um tað. Nú veit eg ikki, um hetta er tað, sum hendir hjá tær og mammu tíni? Men soleiðis er tað ofta.

Men tá alt kemur til alt, ert tú enn eitt barn og mamma tín hevur ábyrgdina av tær inntil tú gerst 18 ár. Men tað er eisini hennara ábyrgd, at tryggja at tit hava eitt gott samband hesi árini. Hóast tað er hennara ábyrgd, so kann tað hjálpa, um tú sigur frá og tosar við hana, so hon betri veit,  hvussu hon kann hjálpa tær. Um tað als ikki ber til, at tosa við mammu tína, hevur tú so onkran annan í familjuni, sum tú tosar væl við, sum kann hjálpt tær? Ella kanska onkran annan vaksnan, so sum ein lærara ella eitt foreldur hjá einum vinfólki?

Sum tú kanst lesa í svarinum, so eru nógv ivamál, so tað er eitt sindur ringt at ráðgeva tær. Tú ert vælkomin at skriva aftur ella ringja á tlf. 116 111, so kunnu vit spyrja teg nakrar spurningar og ráðgeva tær. Tað er ókeypis at ringja og tú ert dulnevnd.

Góða eydnu – vit vóna at hoyra aftur frá tær.

Kærar heilsanir,

Tú & Eg Ráðgevingin