følsk anføll

Spurningur: Eg havi eina vinkonu, sum ger følsk anføll. Hon sigur sjálv, at tað er ikki falskt, men eg veit, at tað ikki passar. Hon leggur seg niður á gólvið, grulvar runt á gólvinum og so leggur hon seg niður á gólvið og ristist…hon skerir seg eisini. Eg veit ikki, hvat eg skal gera? Tori ikki at siga tað við hana….Og øll vita, at tað er falskt, og øll flenna eftir henni, tá hon ger tað!?Haldi, at hon ger tað bara fyri at fáa uppmerksomheit..Hvat skal eg gera?

Góða tú við dulnavninum “følsk anføll”
Takk fyri at tú skrivar inn fyri at royna at hjálpa vinkonu tínari. Tað er ringt at síggja vinkonu sína uppá handa mátan. Vinkona tín hevur brúk fyri hjálp, hon hevur tað als ikki gott. Tað hevur tú jú eisini lagt merki til, og tí skrivar tú inn til okkara. Tað er gott, at tú hevur gjørt tað. Eg skilji væl, at tú ikki veitst, hvat tú skalt gera, men tú hevur longu gjørt nakað við at skriva inn til okkara. Í hesar støðu er tað soleiðis at onkur vaksin persónur má hjálpa tínari vinkonu. Tí vil eg ráða tær til at tosa við onkran vaksnan um hetta. Um vinkona tín ger tað í skúlanum, kanst tú tosa við tín flokslærara ella onkran annan lærara ella heilsusystrina, um ein slík er á tínum skúla. Tú kanst eisini tosa við foreldur tíni, ella foreldrini hjá vinkonu tínari. Eg vil eisini ráða tær til at tosa við vinkonuna, og kanska bjóða tær at fara við henni at tosa við onkran vaksnan. Kanska tað er lættari fyri hana at tosa um sínar trupulleikar, um onkur kemur við. Men tú skalt ikki taka tær av hesum trupulleikanum einsamøll, og tí er tað umráðandi at tú eisini tosar við ein vaksnan. Um tað ikki hjálpir, ert tú vælkomin at skriva aftur ella ringja til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111 mánadagar og hósdagar kl. 14-22.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin