Flus í andlitinum

Spurningur: Hjáálp eg havi knappliga fingið Nógv flus á andliti,ella sovornir turrir plettar sum kunna skrædna ella okkurt sovorið !!!!!!!!!! eri mega flov av hesum og goymi ofta andliti !! eg vaski tað av men eina løtu aftaná kemur tað aftur :(( hetta er sera strævið og eg skammist av hesum ! hvat kann hetta vera komi av ?? hetta er bara knappliga komi fyrst kom eitt sindur og so eitt sindur meira sum dagarnir gingu, tað bara versnar !! mamma mín sigur tað er av ketchup tí at eg eti ov nógv ketchup, men tað trúgvi eg onki uppá, tað sigur hon bara tí at eg eri avhengig av ketchup ! hjálp please svara heldur enn at leiðbeina meg til aðrar heimasíður ella snakka við heilsusjúkrasystrina ella nakran eg vil ikki snakka við nakran ella skriva til nakran annan !!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!! hvat kann hetta vera av !!  

Hey hey
Turrir blettir, ið geva flus frá sær í andlitinum kann vera ein svampabruni, ovurviðkvæmiallergi ella pubertets hormonbroytingar og annað, so tað er ikki lætt at ráðgeva tær. Góð ráð, tá tað snýr seg um húðina, er at eta sunt ( minka um ketjupp nøgdina) drekka nógv vatn og sova regluliga.  

Tað er gott at smyrja við eina neutralari húðsalvu, sum tú kanst spyrja eftir á Apotekinum.  
Um hettar ikki batnar tær næstu vikurnar, eigur tú at fara til læknan. 

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin