Góða tú!
Tú hevur 3 spurningar. Fyrst spyrt tú hvat tað er at fleyga sær? Tað er eitt seksuelt njótilsi hjá dreingjum, hvar teir hála forhúðina aftur og fram, á pissilinginum.
Hvat er so ein jomfrú? Tað verður ofta sagt um ein, sum ikki hevur verið í song ella havt kynsligt samband við ein annan.
Tú kanst lesa meira um hesi evnir á barnabati.kinsta.cloud og www.sexlinien.dk
Til seinasta spurningin kann eg ikki siga tær hvussu stór bróstini skulu verða fyri at passa ein BH, men tað er niður í heilt lítlar støddir. Kroppsburðurin hjá øllum er ymiskur, so tað er bara at royna seg fram ella fara í ein handil sum selur undirklæðir at spyrja um ráð og vegleiðing.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin