Familja

Spurningur: Hjálp mær. Babba mín klárar ikki at standa í mótur mær, hann leypur a meg, hann ger ta ik við vilja

Góðai familja!
Takk fyri brævið. Tað er gott, at tú skrivar til okkum, tí hetta er eitt sera álvarsligt mál. Tú skrivar, at pápi tín leypur á teg, men at tú heldur, at hann ger tað ikki við vilja. Tað er líkamikið um hann ger tað við vilja ella ikki, hann hevur ikki rætt til at gera slíkt. Tú hevur ongantíð skyldina.
Tú skrivar ikki so nógv um, hvat hann ger, so eg hugsi, at tað kanska er torført fyri teg at seta orð á henda trupulleikan. Men tað er umráðandi, at tú skjótast gjørligt fær hjálp, og tað inniber, at tú mást tosa við onkran vaksnan um hetta. Royn at hugsa teg væl um, hvønn tú kanst tosa við. Tað skal vera ein vaksin, sum tú hevur álit á, og sum trýr tær.
Tú ert eisini vælkomin at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina, um tú kanska vilt royna at tosa um tínar trupulleikar, áðrenn tú tosar við ein tú kennir. Ráðgevingin svarar mána- og hósdagar kl. 14 – 22.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin