Etingarólag?

Spurningur: Hey! Eg eri ein genta á 16 ár. Eg havi eina løtu gingið og hugsa um eg havi nakað slag av etingarólagi. Vinfólk og familjan hjá mær siga at eg havi tapt meg mega nógv nú uppá eitt ár, men eg síggi enn meg sjálva eitt sindur feita. Eg eti ikki kaku ella bomm, aldrin. Men tað eru dagar har eg hungri mega nógv eftir t.d kaku, so eg taki fleiri kakustykkir og tyggi tey men ístaðin fyri at svølgja tað so spýti eg tað út, bara fyri at fáa smakkin. Eg hugsi konstant um hvat eg eti. Eg undrist bara á um hettar er normalt ella er hetta nakar formur fyri etingarólagi?

Góða genta 16 ár
Um tú hevur etingarólag er ringt at siga.
Tú ert lætnað tað seinasta árið, men er enn eitt sindur hyldlig, tað ljóðar gott, tí tað er lukkast við ikki at eta søtt og kaku. At tú hugsar nógv um matin er eisini gott,  vónandi etur tú ein sunnan kost t.v.s. grovan, nógv fullkorn, grønmeti og frukt og lítið feitt  og ikki drekka tómar kaloriur, men vatn, te og skúmaða mjólk. Tú sigur onki um motion, tað hevur jú heilt stóran týdning fyri at hava eina  passandi kropsvekt og vera sunnur og frískur,  eisini tá ein verður eldri.  Minimum er at røra seg ½ tíma dagliga og gott er at gera nakað sum tær dámar.
Eitt annað sum altíð er gott er t.d. at fara út at spáka við einari vinkonu um kvøldið, prátið verður sera gott. Fullkomið er hettar ikki, tí tú følir, at tú mást tyggja kaku av og á , tú skrivar ikki hvussu ofta og hvussu nógv,  tað er í hvussu er betur at spýta út enn at svølgja og spýggja. Um hettar er ein stór plága fyri teg og tú mást fjala tað ,  so kann tað kallast etingarólag,  men um tað bert er sjáldan og ikki ávirkar tín gerandisdag nakað, so er minni álvarsligt, men gott hevði verið , um tú kundi minka um tað  og t.d. loyvt tær ein lítlan køkubita, tá hini eta kaku. Tað ber til at fáa sær tílíkar vanar,  og tað áttu vit øll at gjørt, etið nógv minni søtt og feitt.
Eg haldi tú ert á rættari kós ,  so góða eydnu framyvir  ,
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin