Einsemi

Spurningur: Eg orki ikki meir og eg vil bara sleppa at vera í frið fyri ævir. Vissi eg ikki hevði hugsa um míni foreldur so hevði eg dripi meg sjálvan, Men eg fari ikki at drepa meg sjálvan, tí so høvdu mamma og babba hildi at tað var teirra skyld, og tað er tað ikki. Eg eri so ofta keddur, og eg havi tað gott, tí veit eg ikki hví eg eri so keddur. Eg fari ikki at drepa meg sjálvan. Eingin veit av at eg havi tað so, og tað vil eg heldur ikki hava at nakar ger.

Góði tú

Takk fyri títt bræv.
Eg eri so glað fyri at tú skrivar til okkum og biður um hjálp, tað er eitt flott stig at taka. Tað fortelur mær at tú er sterkur og eg haldi at vit kunnu finna útav hesum saman.

Um tú ringir til okkara á 116 111 so kunnu vit tosa um tína støðu, uttan at vit vita hvør tú ert. Her kunnu vit saman royna at seta orð á tínar kenslur og saman finna eina loysn.

Tú kann ringja beinaveg, ella í kvøld frá kl 20-22.
Telefonin 116 111 svarar allar gerandisdagar frá kl 09-15 & hvørt kvøld frá kl 20-22

Eg vóni so hjartaliga at fáa eitt prát við teg.

Vinaliga
Tù & Eg Ráðgevingin