Hatta er ein trupul støða sum tú ert komin í, og tað fyrsta tú skal vita er, at eingin lærari má gera tílíkt móti einum næmingi. Tí er tað týdningarmikið at tú fært tosað ordiliga við foreldrini um trupulleikan og síðani fær tey til at hjálpa tær við at loysa hann. Tú mást ikki ganga einsamallur við allari ábyrgdini. Tú sigur at tað bara blívur verri um tey tosa við læraran. Nú veit eg ikki, um tey áður hava roynt at tosa við læraran. Um tey hava roynt, so er tað umráðandi at royna aftur, og ikki geva upp.
Um tað ikki ber til hjá tær og foreldrunum at tosa við læraran, so mugu tit saman fara til skúlastjóran og fáa hann inn í málið. Tað kann vera at lærarin eisini happar aðrar næmingar í øðrum flokkum, og við at royna at steðga happingini, so hjálpir tú ikki bara tær sjálvum, men kanska eisini fleiri øðrum næmingum.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin