Góða Genta,
Takk fyri títt bræv.
Tú kanst gott bíleggja tíð hjá lækna, um tú hevur okkurt tú fegin ynskir at tosa við læknan um. Tá ið ein er undir 18 ár, so hevur læknin ikki tagnarskyldu yvir fyro foreldrunum. Tað vil siga, at læknin skal greiða foreldrunum frá um støðuna hjá barninum og heilsuni hjá barninum.
Tað kunnu tó verða støður, har tagnarskyldan yvir fyri foreldrunum er neyðug. Tað vil siga, at læknin einki sigur við foreldrini. Her vil man taka atlit til barni og forholdi/sambandi við foreldrini. Eitt nú um upplýsingarnar sum læknin gevur foreldrunum kunnu elva til alvorligar tvístøður/ósemjur í heiminum.
Ein annar møguleiki er at tosa við skúlasjúkrasystrina á tínum skúla. Tú kanst eisini spyrja hana. Um tú ikki veit hvar hennara viðtaluhøli/skrivstova er, so er bara at spyrja onkran lærara hjá tær.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin