Eg vil bara fara

Spurningur: Hey eg eri ein ung genta sum hevur stríðst í yvir trý ár við at haft sjálvsmorðtankar og skriða inn til eitt merkið kemur á huðina eg havið roynt at sagt tað við foreldrini og lærarar men tey hava bara sagt at eg skal roynd at koma burtur úr hesum sjálv eg havið so roynt í hesi 3 árini men by no luck. Ein vinkona hevur so rátt meg fyri at skriva til tykkum og tað geri eg so hava tit nøkur ráð um hvussu eg kann skaffa hjálp?

Góða Genta,

Tað er ein góð vinkona tú hevur.
Fyri at vit betri skulu kunna hjálpa tær, vilja vit ráða tær til at ringja til okkara á 116 111. Vit síggja ikki hvør tað er sum ringir, og tað kostar einki. So kunnu vit betri tosa saman um hvat tað er fyri støða tú ert í, og hvussu vit saman finna góð ráð.

116 111 svarar hvønn gerandisdag millum 1000 og 1600 og hvørt kvøld millum klokkan 20:00 og 22:00

Vinaliga

Barnabati