eg veit einki longur…

Spurningur: Hvat skal man gera tá man er komin so langt? eg havi so ofta ætla at gjørt av við meg sjálvan men tað eydnast aldrig,einaferð tók eg so nógvar tablettir at eg spýði 2 dagar og eg segði bara við sjeikin at tí var tí eg hevði mánasjúkina..eg havi sár allastanðis á arminum sum eingin hevur sæð,tað er ordlig arr og tey eru so djúp at tey ongnatíð fara vekk,og eg skar meg aftur í gjár og eg føli hvussu nógv tað bankar í sárinum tí eg havi skorði so djúpt,eg havi eisni brenni sár…havi bara verði so langt nirri og alt hevur gingi so illa í lívinum,alla vegin tá eg gekk í barnagað minnist eg hvussu ringt eg hevði tað,eg hataði at verða har og tímdi ikki at spæla,so fór í plagu og alt var gott,men so fór eg í skúla og bleiv happa og altíð skelda av læranum tí eg ikki dugdi ella tímdi nakað,eg fann eina super vinkona og vit blivi til 5 vinkonur sum saman enn,men so bleiv eg “tann haðra” sum skeit á alt og øll og eg byrjaði at drekka í 8 klassa og eg drekki enn og haldi tað verður verri og verri … eg bleiv voldtikin sum 8 ár til eg var 10 ár av sjeikinum sum mamma hevði tá, eg bleiv sligin av honum og sá hvussu óndur hann var við mammu og yngru sisturna og eg kundi einki gera…eg sá hvussu óreinur hann var og kallaði sisti fyri ljót ting og eg kundi einki gera tí so bleiv hann meira óður tað ringa var tað at hann forsvarði meg og gav mær pengar og var góður við meg meðan øll sóðu, tað sum eingin visti av,var at aftan fyri alt skuspæli bleiv eg voldtikin og hótt hvissi eg segði nakað og eri enn bangin fyri honum sjálvt um eg eri 21 ár og tað er 6ár síðani hann bleiv kastaður út úr húsinum,hann drakk illa og var altíð fullur,hann hevði aldrig arbeið,hvissi hann hevði so var hann sagdur upp aftaná ein mána ..so mamma mín mátti halda hús,passa 4 børn,arbeiða,og gera mat og gera alt sjálv meðan hann oylegði alla familjuna,til endan orkaði mamma ikki meira og bleiv sjúk vit royndu alt tað vit kundi at hjálpa henni at rudda men vit kláraðu ikki tá vit vóru so lítlar og skiltu einki tíbetur eiga vit eina deiliga familju sum segði STOP og koyrdi hann út og sjúkrabilurin kom eftur mammu og eina viku var hon send niður til DK á sjúkrahúsi men aftaná eina tíð bleiv alt gott aftur men mamma er enn sjúk….eg eri aldrig komi yvur alt dramaði og alt er komi aftur ta eg kom í eitt forhold,eg hati at verði einum forholdi men tvingaði meg sjálvan a verða saman við honum og eg elskaði hann men hann var ótrúgvur og tað bleiv liðugt og ALT kom meira framm og tímdi einki eg var í býðum aftaná tað og bleiv voldtikin tá og eg orkaði ikki at gera mótstand og lat sum einki tí hann ikki vildi lurta eftur mær ta eg segði nei!.. beint nú kort síðani doyði mín besta vinkona meðan hon var nirri í DK og eg føli sum alt verður verri og verri,eg tími einki,eg geri einki við skúlan og eg skal til próvtøku nú !! eg klári slet ikki at stóla uppa mannfólk ella fólk sum heild og pápi mín vil ikki hava nakað við meg at gera og heldur ikki hansra familja…hvissi man hyggur so er alt normalt nu! mamma hevur nyggjan mann sum er fantastiskur og hevur hjalpt okkum nógv ! men alt er ikki normalt hja mær alt er komin aftur og eg klári ikki at stýra mær sjálvan fyrii tíðina eg veit ikki hvat sker..einasta eg vil er at drekka og gloyma alt og fara so langt vekk sum eg kann! hetta vikuskifti var eg í býðum,og eg fann so ein drong og vit aftan fyri eitt hús men knapplia broyti eg meinig og vil ikki hann verður sinur ireterraður og sigur góða..eg taki so ein knív og koyri hann til hálsin hja honum eg kroysti so hendurnar og knívurin datt so niður og drongurin rann vekk!..eg veit ikki hvat sker! Tað er so nógv sum eg vil siga men brævi eg nó langt eg veit ikki havi sett nakran spurning men…  

Góða tú, sum einki veitst longur!
Takk fyri brævið! Tað krevur dirvi og orku at fortelja um kynsligan ágang og slíka sorg, sum tú hevur verið úti fyri í tínum lívi, og vit eru glað um, at tú nú vendir tær til ráðgevingina fyri at fáa hjálp. Eg hugsi, um tú nakrantíð hevur sagt mammu tíni um tað sum er farið fram, ella øðrum vaksnum, sum tú hevur álit á. Eitt slíkt loyndarmál kann vera ein ómetaliga tung byrða at bera, serliga um man ber hana púra einsamøll. Tú hevur verið úti fyri neyðtøku og harðskapi í einum sera ungum aldri og aftur, tá ið tú hevur verið eitt sindur eldri. Tað, sum hesir mennirnir hevur gjørt ímóti tær, er ólógligt og revsivert. Tú sigur, at tú enn óttast fyrrverandi sjeikin hjá mammu tíni, og tað fær meg at hugsa, um tú nakrantíð hevur meldað hann til løgregluna, ella um tú í einsemi enn ber hetta tunga loyndarmál. Tað kann vera ræðandi at taka eina avgerð um at melda til løgregluna, og tí hevði eisini verið gott hjá tær at fingið hjálp til tað, um tú ynskir at melda.

Tá ið tað er sagt, so haldi eg at tað mest umráðandi í núverandi løtu er at tú fær hjálp – hjálp til at seta orð á tað sum er hent, hjálp til at syrgja um tað, sum er hent og hjálp til at venda tínum lívi við. Tað kann vera ymiskt, hvussu vit menniskju verða ávirkað og nær vit verða ávirkað, tá ið vit eru úti fyri slíkum hendingum. Summi kenna seg tóman innaní, hava skuldarkenslur, lágt sjálvsvirði og torført við at líta á onnur menniskju. Summi tosa um hendingarnar beinanveg, og summi hava lættari við at tosa um tað, tá ið tey eru vorðin eitt sindur eldri. Tað er eitt sera tungt loyndarmál, tú gongur við, og eg skilji væl, at tú fært hug at flýggja á ein ella annan hátt. Tað ljóðar tó sum at henda flýggjan kann hava eina vandamikla ávirkan á títt lív, um tú ikki fært hjálp til at steðga við at drekka og skera teg.

Tað eru aðrir møguleikar og hjálp at heinta og tú hevur tikið fyrsta stigið við at skriva til ráðgevingina. Um tú vendir tær til egnan lækna og sigur honumhenni, hvat er hent, kanst tú fáa eina ávísing til sálarfrøðing. Sálarfrøðingurin kann saman við tær seta orð á tað, sum pínir teg og vil royna at hjálpa tær víðari í lívinum. Vit vilja eisini fegin práta meira við teg, her á ráðgevingini og hjálpa tær víðari, um tú ert í iva um, hvat tú skalt gera. Tú ert vælkomin at ringja ella skriva til okkum umvegis kjattið. Tað er ómetaliga umráðandi at tú fært hjálp, so vit vóna at hoyra aftur frá tær. Um tað hevur áhuga, kanst tú kanst lesa meira um kynsligan ágang inni á okkara heimasíðu undir leinkjuni ”eg og lívið” og á eini danskari heimasíðu: www.albahus.dk.  

Kærar heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin