Eg sum ikki veit hvat annað eg skal siga

Spurningur: Mín besta vinkona er slett ikki sum ein besta vikona fyri meg. Hon fortelur mær einki. Eg spurdi hana einaferð um hon hevði menstruatiónina og hon segði nei sjálvandi ikki? .. og snerkti. Men so eina aðru fer kom ein genta yvir til mín og fortaldi at hon hevði sæð blóð í hennara trussum í fimleikatímanum, eg veit ikki um tað er ein lygn ella ? ::) Og min besta vinkona vil slett ikki hjálpa mær við nøkrum :: Altso um eg spyrji hana um okkurt stykki mitt í tímanum so svarar hon mær ikki aftur. Og ignorerar meg bara. Og so hjálpir hon onkrari aðrari gentu í klassanum – hetta hevur verið nú í eg veit ikki hvussu langa tíð .. longri enn ein mánað. Eg havi tosað og tosað við hana um vit heilt sikkurt skulu vera bestu vinkonur, men hon sigur bara ja. Og hon tekur EINKI, akkurát EINKI alvorligt um nakað er hent við mær? So sigur hon bara okay, og fer slett ikki at tosa við meg um nakað sum eg eri kedd av, men tað geri eg við hana? :'( Eg vil bara alt tað besta fyri hana .. eg haldi at hon ikki tímir at vera mín besti vinir, men hon torir bara ikki at siga tað. Hvat annað kann eg siga við hana enn :. “Ert tú heilt sikkurt í at eg og tú skula vera besti vinkonur ?” Góðu kunna tit hjálpa mær? :-*

Hetta við at vera bestu vinkonur er ikki so nemt tá man er 12 ár, tað eru í hvussu er nógvar gentur sum hava sama trupulleika sum tú.
Tað fyrsta eg hugsi í tínum føri er, at tað eru ikki øll sum vilja deila alt við onnur. Tað kann vera, at tín besta vinkona ikki hevur hug at fortelja tær ella nøkrum øðrum, at hon hevur fingið menstruatión, og at hon av lyndi ikki er so opin sum tú ert. Um tað er soleiðis hon hevur tað, skal hon hava loyvi til tað, og so mugu onnur royna at virða tað.
Annars so skilji eg væl, at tú verður kedd av at blíva ignorerað og avíst, øll hava rætt til at fáa eitt ordiligt svar, eisini tú. Tað virkar eisini sum at tú merkir at tað hon sigur ikki svarar heilt til soleiðis sum hon er mótvegis tær. Tað tú kanst gera frá nú av, er at hugsa um, um tað ikki er onkur onnur vinkona, ella kanska fleiri, sum tú kanst fara at hava tað stuttligt saman við. Man kann jú gott hava fleiri góðar vinkonur samstundis. Tað kann vera at tín besta vinkona hevur bruk fyri at fáa frið í eina tíð, ella hevur hug at vera saman við onkrum øðrum fyri tíðina. Tað kann jú eisini gott vera, at tú og besta vinkonan finna saman aftur.

Alt tað besta.