Eg og Ex-sjeikurin

Spurningur: Hey! Eg havi ein trupulleika.. eg og mín x-sjeikur hava ikki tosað saman síðani tað bleiv liðugt, tað er næstan eitt hálvt ár síðani nú. Trupulleikin er tann, at nú byrjar hann at skriva eitt sindur til mín, eg royni at svara so keðiligt aftur sum møguligt, soleiðis at hann kanska sær, at eg ikki eri so vill við at blíva “vinir” aftur.. Tað er hent fyrr, tá ið vit høvdu verið frá hvørjum øðrum í uml. 2 mðr. byrjaði hann at skriva, og tá segði eg at eg ikki var klár til at byrja at skriva saman, tí eg var ikki komin yvir hann tá, men tá kom ein stór diskutión burturúr tí frá hansara síðu.. Men eg tími bara so illa at siga tað beint út, tí eg føli meg so illa tá ið eg skal siga sovorði, men hvat skal eg sigagera? góðu tit hjálpi mær, havi ikki hug til at blíva vinir við hann aftur, orki tað ikki.. dugi ikki at síggja, at vit kunnu blíva vinir og missforstand meg ikki, hann hevur einki sum so gjørt ímótir mær, at keðiligum tingum, ikki tí eg ikki tími, bara tað at eg síggi fram eftir og eg síggi at tað fer ikki at rigga hjá okkum at blíva vinir, tí so vil hann kanska knappliga koma saman aftur og so endi eg í sama trupulleika aftur.. góðu tit svari skjótt? :-) upp á forhond, túsund takk fyri!  

Góða tú við dulnevninum  eg og x-sjeikurin!
Í veruleikanum hevur tú sjálv svarið. Tú veitst innast inni, hví tú ikki ynskir samband við x-sjeikin. Tað kann tykjast torført hjá tær at geva honum boðini beinleiðis, men tú verður glaðast um tað í longdini. Tú eigur at siga honum akkurát hvussu tað kennist hjá tær, og hví tú hevur tikið tína støðu. Og tað haldi eg tú eigur at gera skjótast til ber. Tað er altíð betri fyri ein sjálvan at vera erligur. Tú kemur best frá øllum og hevur aftaná ikki ringa samvitsku. Kanska tekur tú synd í honum eina tíð, men eitt erligt svar er betri enn vánaligar umberingar. Bestu eydnu til tín.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin