Kæra genta
Tað ljóðar sum tú ikki hevur tað so gott beint nú. Tú sigur at tú bara er til, tú livur ikki ordiliga. Hetta eri eg kedd at hoyra. Tó ert tú ikki uppgevandi og tú veit at tú mást hava hjálp. Hetta er deiligt at lesa og eg síggji eina sterka, djarva og fornuftiga 16 ára gamla gentu aftanfyri hesi orðini. Tú ert djørv at seta orð á hetta og so at senda tað inn til okkum. Hetta er eitt stig á røttu leiðina.
Tú sigur at tú ert næstan altíð í telefonini. Hetta er nokso vanligt tá man er 16 ár í 2020, og nú tá so nógv “sosialisera” á sosialu miðlum so er telefonin góð at hava. Tó er tað eisini so at telefonin er ikki eitt serliga lívgevandi stað at brúka ov nógva tíð uppá. Nú gevið eg tær eini ráð, men um tú ikki ynskir tey og eg ljóði sum ein irriterandi mamma, pápi, ella syskin, so mást tú siga mær frá, men eg vil gjarna anbefalla tær at brúka minni tíð í telefonini og kanska funni okkurt annað sum kundi víst seg at vera meira lívgevandi fyri eina gentu sum teg. Nú lesi eg at tú íðkar ítrótt, tað er soooooo gott. Hvat við at ístaðin fyri at vera so nógv í telefonini so kundi tú bundi, lisið, brodera, fari ein túr, bjóða teg til at funni eina uppskrift á miðlunum og gjørt døgurða ella baka okkurt. Vit eru ikki øll kreativ, tað eri eg so slett ikki, men hetta at finna okkurt lívgevandi hjá tær at gera kann vera ein ferð, sum tú fórt á í eitt tíðarskeið, nú tú ynskir eitt meira innihaldsríkt lív.
Vanar eru sverir at bróta, men um tú setur tær fyri at gera onkrar broytingar í tínum lívið, so kann tað vera at tú fart eitt sindur betri lív afturfyri. Tað er vert at prøva, hugsi eg 🙂 hvat heldur tú?
Ná men tá tað so er sagt so vita vit báðar at tað eru jú menniskju sum eru við at ríka okkara lív nokso nógv. Nú sigur tú at tínir “vinir” tíma ikki ella hava ymiskt annað at gera. Mín spurningur til tín er hvat gott kann tú bjóða inn við. Tá tú spyrt tey, kemur tú við onkrum uppskoti um hvat tit kunnu gera? Hetta kann vera gott at gera at byrja við. Annars vil eg eisini bara spyrja um tú hevur onkran at tosa við hetta um. Er nakar í tínum netverki sum tú kanst tosa við um hvussu tú hevur tað. Eg hugsi um foreldur, gummu, mostur, gubbi, trenari, mentor, ommu, abba, ella kanska ein flokslærari? Her hugsi eg at tað er gott at vit lata fólk sum eru tætt at okkum vita hvussu vit hava tað, fyri at fyribyrgja einsemi og bera byrðuna við okkum.
Eg vil til endans ynskja tær tað allar besta og eg hopi at lívið kemur at vísa seg við tínari hjálp og mínari at vera eitt sindur betri enn tað var.
Tú er altíð vælkomin at skriva inn til okkum aftur, ella at ringja til 116 111.
Kh Tú & Eg Ráðgevingin