Eg elski Michael Jackson

Spurningur: Hey ………. ..eg havi verði fan av Michael Jackson Síðani eg var 7 ár eg eri hansara stórsti fan eg eri forelskað í honum og vil bara snakka um hann og vóni bara at okkurt um hann kemur i sjónvarpið,eg elski hann meir enn alla mína familju vinir og nakað annað, hann er mín, eg elski hann og eg græt meir enn nakar annar og eg breyt næstan alt sum eg átti av øði og depperatión og og skrálaði og skríggja og var um at gera sjálvmorð tá hann doyði og enn í tann dag í dag tá ið eg eri farin í song fari eg at hugsa um hann og so fari eg at gráta, eg gráti bara tá eg síggji eitt video ella eitt bílæt av honum tí hann er so forbannað sexy og fittur og kerur og elskiligur ,hann er so lekkur ,eg orki ikki hansara deyða og í skúlanum er tað ringt tí at øll í flokkinum vita hvussu nógv eg elski hann og tí arga tey og siga at hann er ljótur og at hann sokkar, eg verði so svøk og leggji á tey og slái tey ,sparki tey og koyri bøkurnar og pennalarhúsini hjá teimun i vaski ella wckummuna og so ringja lærarnar heim og so fái eg skeld frá mammu og babba og skal oman í kamari ,eg rokni við at eg havi mest Michael Jackson ting ið øllum føroyum eg havi allar hansara fløgur og bøkur og filmarnir um hann og skítetandi fult av plakatum og bíløtum yvir 174 tí tað var umleið har eg mistið talið tá eg taldi, eg elski hann so freaking nógv og eg skrivi michael jackson allastaðini t.d í rokni og lesi,skrivi bókini armin fingrarnir,skápi,veggin og varrarnar og altaltaltaltallaalllastaðni,og tankin um hansara pissiling ger meg so svakan eg vil síggja hann og nerta við hann <3 er hetta ov yvirdrivið ? hjálp ver erlig og hvussu verður man hvítur sum hann uttan opératión ??

Hey tú, ið elskar Michael Jackson!    

Tú spyrt, um tað er yvirdrivið, at tú ert vilt forelskað í einum deyðum popp-idoli, og stutt vil eg siga:  Ja, tað er tað. Tað eru nógv, ið fjeppast í idolum, tí tað onkursvegna  gevur eina góða kenslu. Viðkomandi idol er ein, ið fólk síggja upp til at ymiskum grundum. Nú er MJ deyður, og tá tú hevur verið ein so stórur fjeppari, hevur tað sjálvandi ávirkað teg, at hann skuldi doyggja so knappliga.
Sum tú skrivar, hevur tú hann við tær altíð í gerandisdegnum,  og tú ímyndar tær at vera saman við honum eisini, ja at tit hava kynsliga samveru.
Tað er í lagi at ímynda sær ymiskt, men tað er ikki gott fyri teg, um tað fyllir tað mesta í tínum lívi. Tú ert tannáringur, hevur vónandi familju, vinir,skúla og  frítíðarítrivítrív og tað hevur alt stóran týdning fyri teg og tína framtíð, so tú mást savna teg um tað, sum er veruligt fyri teg og ikki liva í einari dreymaverð. Tað er í lagi at vera har, tá tú tekur tær av løttum , altso hevur heilt frí, men annars mást tú arbeiða við teimum menniskjum, sum eru um teg og tað av umheiminum, som er til og tú hevur samband við. Royn eisini at hava onkur frítíðarítriv , sum tú heldur vera spennandi og so ger nakað har. Michael Jackson heimurin er óveruligur og einki at byggja sítt lív á. Hansara tónleikur er elskaður av milliónum av heimsins menniskjum, og honum kanst tú altið lurta eftir og gleðast um. Hygg uppá tað sum eitt ævintýr, ein dreym, sum  er ílagi at hava , men títt lív er í gerandisdegnum, beint her og nú. Eitt gamalt orðatak sigur, at best er at gera alt við máta. Tvs at man heldur skal royna at uppliva eitt sindur av hvørjum, ella dáma eitt sindur av hvørjum, heldur enn bara at dyrka eitt ting, eitt fólk, eitt slag av mati, eitt slag av tónleiki ella bara eitt idol. Tá blívur tað nemliga ov yvirdrivið.

Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin.