Eg

Spurningur: Túsund takk fyri tað síðsta brævið, tað hevur hjálpt mær nógv, tað var eitt sum æt: Eg sum ani ikki hvat lívið handlar um og geri alt skeivt. Men eg kann ikki gera heimaarbeiði saman við mínari stórusystur, tí at uppá ein ella annan máta er hon altíð so súr inná meg, ignorerar meg og alt sovoritt har ::), eg veit ikki .. Eisini hattar har við vinkonuni sum allatíð tosar við meg í tímanum, eg havi sagt tað við hana, men tá ið eg segði tað vid hana fór hon at gráta, og snerkti eftir mær og heilt erligt, hon er 13 ár og fór at gráta av tí, alt er so undarligt. Ein genta i mínum klassa sum er meega fitt, sum eg nu eri byrja at vera meira saman við, er so lebbut, eg veit ikki ordiliga hvussu eg kann forklára tað. Hon hyggur eftir bróstunum hjá gentunum í ítrótti og fisurnar og alt sovoritt ” ::) Jaja, og so veit eg ikki um eg tori at fylgjast við henni vanligt, einsamøll bara eg og hon, hon hevur ongar vinir og tí havi eg ætla at fara at vera meira saman við henni.

Hey Eg
Gott at vita at tú hevur kunnað brúkt svarið sum tú fekst og tað var deiligt at tú skrivaði dulnevni á tí fyrra brævinum, so fann eg tað beinanvegin.
Tú ert 12 ár og nógvar broytingar eru í lívinum hjá tannáringum, so tað er onki løgið at tú ikki veit hvat lívið handlar um.
Gentan, sum fór at gráta tí tú segði við hana at hon ikki skuldi tosað við teg í tímanum, er kanska ikki von við at nakar sigur nakað mótir henni og tí verður hon kedd. Eg haldi tað er gott at tú ert so mikið skilagóð at tú sigur frá tá okkurt er sum tú ikki tímir. Serliga tá tað gongur út yvir skúlagongdina hjá tær.

Tann gentan, sum er fitt, men sum tú heldur er lebbut, er sikkurt ikki samkynd. Tit eru 12 ára gamlar og kanska hon hyggur eftir hinum gentunum bara fyri at sammeta hvussu hinar genturnar eru skaptar í mun til hvussu hon sjálv sær út.
Sjálvandi kanst tú fylgjast einsamøll við henni. Tað hendir neyðvan nakað um tit fylgjast. Um hon skuldi sagt ella gjørt okkurt sum tú heldur er keðiligt, kanst tú siga tað við hana. Royn og hygg rundan um teg, gentur leiðast, klemmast og mussast viðhvørt, uttan at tað er tí at tær eru samkyndar, tær eru bara væl. Men um tær ikki dámar at onkur klemmar teg mást tú siga frá. Eg haldi tað er skilagott at tú finnur tær eina góða vinkonu at fylgjast við, hon verður óiva eisini glað fyri tað.

Tá tað nú ikki riggar so væl at mamma tín ella stórasysturin gera skúlating saman við tær, kundi tað ikki verið eitt hugskot at gjørt skúlatig saman við vinkonuni?

Tú virkar at vera ein skilagóð genta, so um tú ikki nú følir at tú gert nakað rætt og tú ikki veit hvat lívið handlar um, skal tú nokk finna út av tí. Tú kanst eisini ringja, skriva ella kjatta til okkum aftur.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin