Dulnevnd

Spurningur: Heej hettar er ein super brævkassi! 
Mitt problem er at tað er sindur nógvir dreingjir sum royna eftur mær. Og allir teir ið gera tað eru minir vinir. Eg fylgjist ofta við dreingjum og elski tað. Eg havi verið forlova við einum av dreingjunum, eg elskaði hann yvur alt, forholdið var sera seriøst men so byrjaðu allir hinir dreingjirnir at hata meg og snakkaðu ikki við meg. Og tað vóru dreingjir sum eg var so góð við, eg helt tað út í meir enn ein mána, so kláraði eg ikki meira, og gjørdi tað liðugt. Eg var so kedd, og øll søgdu við meg: hví hundan gert tú tað liðugt, hann hevur hjartasorg osv. Og so tá eg segði at eg eisini hevði hjartasorg og var so kedd, græt hvørja nátt osv. trúði ongin uppá meg, tí at tað var eg sum gjørdi tað liðugt, og so átti eg ikki at verða kedd osv. 
Hann var ikki óður við meg ella nakað, nú er tað eitt hálvt ár síðan eg gjørdi tað, og eg eri enn kedd, hugsi altíð um tað. Eg klári ikki at hann fjasast við ørðum gentum ella nakað, so blívi eg beina vegin kedd og fari at gráta. Men tann drongurin roynur enn eftur mær? :  Og vit eru altíð saman og fjasata og so víðari ? :|
Eg elski hann yvur alt ? :( ‘ ..
Men eg tori ikki at fáa mær hann aftur! : ‘
Og veit heldur ikki um eg timi ella hvat ? : ‘
Eg eri PÙRA forvirra allatíð! :'(:'( ‘..
Góðu svari skjótt! : ‘ Klári ikki meira! :(
Takk fyri !<3<3 :-*

Hey Dulnevnda
Tú ert 13 ár og so púra forvirra og tað er ikki so løgi. Men hvis tú nú setur teg niður at hugsa eina stilla løtu fyri teg sjálva, hvat er tað so sum tú vil allar innast inni? Er tað at hava ein fittan sjeik, ein stóran vinarskara, eina tíð uttan sjeik, tí tað er eisini møguligt, ella hvat? Prøva tað, so rokni eg við at tú kemur til onkra niðurstøðu. Og óansæð hvørja niðurstøðu tú kemur til, so skal tað vera nakað sum tú vilt sjálv og ikki nakað sum hini rundanum teg vilja hava at tú gert. Og óansæð hvønn sjeik tú velur tær, hvis tú velur nakran, so eiga hini vinfólkini hjá tær at virða tína avgerð. Tí tað er títt val og títt lív, minnst til tað og sig tað við tey um tey finnast at tær.

Alt tað besta og góða eydnu. Skriva endiliga aftur um tú hevur tørv á tí.

Tú & Eg Ráðgevingin