Drongur 15

Spurningur: Hvat heldur tú um at ein genta sum er 8 ár og eg eri 15 spurdi um eg tímdi at ganga saman?

Góði 15 ára gamli drongur.
Eg undrist á at ein 8 ára gomul genta torir at spyrja ein 15 ára gamlan drong um tit skulu ganga saman. Tað er djarvt. Men eg haldi at ein genta sum er 8 ár er alt ov ung at ganga saman við einum sum er 15 ár. Tað er stórur aldursmunur á tykkum tá tit eru so ung.
Hvat heldur tú annars hon meinar við tá hon spyr um tit skulu ganga saman? Hugsa tit tað sama um hvat tað er at ganga saman og hvat hugsar tú, at tit hava felags nú?
Eg veit ikki hvussu væl tit kennast og hvussu tit hava hitt hvønn annan, men eg fari at biðja teg um at hugsa um kenslurnar hjá henni um tú sigur nei við hana, tað vil siga, at tú skal siga tað við hana uppá ein fittan máta. Hon er eitt lítið barn sum sær upp til tín og hevur kanska havt hugsanir um at tit skuldu ganga saman. Um tú í hesum sambandi heldur tað er ringt at skula siga nei við hana, kanst tú biða hana bíða í 10 ár og so spyrja aftur, ljóðar tað ørt?

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin