Deprimera

Spurningur: Hey eg eri ein 15 ára genta sum haldi eg eri deprimera.  Tá eg var lítil ár doyði mamma mín og nú er tað 11 ár síðan, men eg kom ikki yvir tað. Eg minnist hana ikki, eg havi ikki so nógv minnir frá tá ið eg var lítil. Mamma og babba vóru skild og mamma fekk ein sjeik sum doyði stutt eftir at mamma doyði, mamma var eisini við barn tá. Eg veit ikki um man átti at hugsa um ta eisini? vit tosa um mammu, men ikki mítt ófødda systkin.  Eg skiltið aldrin at mamma var deyð, intil eg var 13 ár, og tað rakti meg hart, eg helt altíð at hon kom aftur, men tá vist eg, at hon aldrin kom aftur. Eg føldi meg so aleina, eg hevði heldur ikki so nógvar vinir tá. Eg byrjaði at cutta meg, og eg vildi bara doyggja. So ein dagin tók eg fleiri pínutablettir men eg spíði bara mega nógv, eg helt eg fór at doyggja (pápi mín var úti ta náttina, so hann legði onki til merkis) so aftaná tað avgjørdi eg at ikki verða deprimera, og byrja á nýggjum, men summari eftir fekk eg etingar trupulleikar (tað er so ein onnur søga) og aftaná tað vóru tað  familju trupulleikar (ringdi 112, men tað er eisini ein onnur søga) líkamikið men tað sum eg skuldi siga var, at nú eri eg so aftur kedd. Eg veit ikki um eg eri deprimera, eg vil doyggja men allíkavæl ikki, tí eg veit hvussu nógv tað hevði knúst mina familju og vinir, men eg føli meg bara so einsamalla. Eg cutti enn, og havi akkurát cutta. Eg blívi so øvundsjúk tá eg síggi aðrar familjur, hvussu gott tey hava tað, við 2 foreldrum (sjálvandi veit eg at tey eisini hava trupulleikar, men tað er ikki tað sama) Eg veit ikki hvat eg skal gera, Fastur mín segði einaferð at summi fólk eru deprimeraði og halda at tað, at gera av við sítt liv er tann einasti møguleikin (um mammusa sjeik) kanska eri eg ein av teimum? Tá eg hugsi um mina framtíð veri eg kedd, tí  hvat skal eg gera? Mamma mín fer ikki at síggja meg vera liðug i fólkaskúlanum, fá børn, o.s.v.  Eg veit ikki um eg orki meira? (PS. EG gangi í sorgarbólki) Til síðst vil eg liðka siga takk, tað er eg sum skrivaði um hattar, at babba var illur, og eg ringdi til 112 ein dagin tá tað var orduliga galið, og so fingu vit familjuráðgeva, so tað er i ordan nú. Vinarliga ein einsom genta

Góða genta.
Tað var gott vit kundu hjálpa. Eg fari at gera eina roynd at svara tínum brævið so gott eg kann.
Tá børn missa foreldur so tíðliga sumið tínum førið, skilja tey ikki hvat er hent. Børn skilja ikki tað endaliga við deyðanum og tískil ei heldur, at tann deyði aldrin kemur aftur. Hetta ger eisini, at børn reagera seinni uppá missin og uppliva sorg seinni enn t.d. ungdómur ella vaksin. Tað ljóðar sum hetta ger seg galdandi fyri teg, soleiðis at tú seinni í tínum lívið (tíðliga í ungdómslívið tínum ) upplivir saknin og sorgina eftir, at mamma tín er deyð, og tað er væl skilligt. Hetta er rættiliga vanligt, tá tú so ung, tá mamma tín doyði, og allir tínir tankar, sum t.d. at mamma tín ikki fer at uppliva teg blíva lidna við fólkaskúla ella at síggja tíni børn, eru tískil eisini vanligir tankar, tá ein hevur mist foreldur. Hetta ger teir tó ikki lættar at hava við at gera, og tí er tað gleðiligt, at tú gongur í sorgarbólk. Sorgarbólkurin kann hjálpa tær við kenslunum og tonkunum, ið tú skrivar her, sum t.d. at tú ikki veit, hvussu tú skalt tosað um títt deyða systkin ella sjeikin hjá mammu tíni ella at tú upplivir at vera øvundsjúk uppá aðrar familjur, ið hava bæði foreldur. Eg vil tí ráða tær til at lufta hesar tankar við tín sorgarbólk, tí tað kann geva tær innlit í nøkur ting, ið tú kanska ikki ert før fyri at síggja sjálv í núverandi støðu. So fari eg eisini at siga tær, at hóast tú upplivir ikki at orka meira ella ikki at hava hug at liva, so er tað umráðandi, at tú veitst, at tá tað kemur til sorg og tað at missa foreldur, so verður tað betri við tíðini. Hetta kann ljóða kalt og óveruligt, tí tað kann tykjast heilt ógjørligt, at ein fær tað betri og verður førur fyri at vera glaður aftur, men tað verður betri. Sorgin verður altíð ein partur av tínum lívið og saknurin eftir mammu tíni verður nokk ikki minni, men tað verður øðrvísi við tíðini sum tú arbeiðir við sorgini. Tí mást tú royna at brúka sorgarbólkin so gott tú kann. Tey eru ógvuliga dugnalig og hava hoyrt nógv gjøgnum ár og dag, tískil finnast tað ikki evnir, ið ikki eru loyvd at tosað um. Hetta hava tey allarhelst eisini fortalt tær, tá tú byrjaði, men royn at tosa opið í sorgarbólkinum og fortel um tínar kenslur og tankar, hóast hetta kann vera torført. Opinleikin í sorgarbólkinum og tað at vera saman við øðrum, ið eisini hava mist, kann koma at fáa avgerandi týdning fyri, hvussu tú handfer teg sjálva og truplar støður í tínum lívið framyvir.
Eg fari tó eisini at biðja teg gera nakað annað, tí tú cuttar og ivast um tú ert deprimera. Tosað við ein vaksnan, ið tú hevur álit á. Fortel viðkomandi, at tú ikki hevur tað gott og royn so gott tú kann at vera erlig um tína cutting og um tínar tankar um eina møguliga depressión. Tú kanst evt. tosað aleina við bólkaleiðarin í sorgarbólkinum, og fortelja viðkomandi um tína støðu, men tað besta hevði verið, um tú fór til tín lækna. Læknin er ein av teimum, ið best kann meta um tú hevur eina depressión og hannhon kann eisini hjálpa tær til at fáa onkran at práta við um tínar trupulleikar, um tú hevur brúk fyri hesum.
Skuldi tað verið nakað annað ert tú altíð vælkomin at skriva ella ringja til okkara.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin