deprest

Spurningur: Vit hava valt ikki at endurgeva tín spurning, tí vit mettu innihaldið av honum vera ov sterkt og í summum førum óhóskandi. Ein onnur grundgeving er, at henda heimasíðan er ætla øllum aldursbólkum. Tó hava vit svarað tínum spurningum.

Góða Genta,

Takk fyri títt bræv.

Brævið hjá tær hevði fleiri spurningar. Vit hava valt at býta svarini upp, so alt gert greiðari.

Fyrsti spurningurin hjá tær handlaði um at verða kynsligt saman við øðrum. Her er umráðandi at hava í huga, at tað er ikki loyvið at gera annað enn at mussa, klemma og leiðast, tá ið ein er so ung sum tú. Tá ið tú hevur aldurin til tað, sum er 15 ár, so er tað ikki altíð at ein kennir seg tryggan, ella til reiðar at prøva tað. Tað er umráðandi at bæði hava hug og loyvi. Tað vil siga, at bæði skulu verða minst 15 ár, og at bæði skulu geva samtykki til tað.

Tú spyr um at verða saman við einum man er í familju við.
Tað er ikki loyvt at verða kynsliga saman við einum sum man er í familju við. Hetta kallast blóðskemd, og merkir “kynsligt samband millum tvey (ov) nær skyld”

Tú tosar um rúsandi evni.
Tað er ikki loyvið at taka rúsandi evni, so sum alkohol, tá ið ein er eitt barn. Onnur rúsandi evni finnast eisini, og flest hesi er strangliga bannað, uttan mun til, um ein er vaksin.
Um rúsur er ein trupulleiki heima, so er viðkomandi at lesa meira um tað her.

Tú ert altíð hjartaliga vælkomin at ringja til okkum á 116 111. Her kunnu vit tosa saman, uttan at vit síggja hvør tað er sum ringir, men samstundis hjálpa tær, at fáa svar uppá allar tínar spurningar.

Fleiri góð ráð finnur tú her: Eg & Lívið

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin