bro´addicted…

Spurningur: Hey     Eg eri ein genta við tungum trupuleikum.. Eg havi ein beiggja sum hevur veri missbrukari, og eina mammu, sum var so kedd yvir hetta at hon bleiv arbeiðs narkoman. Eg sat aleina i hesum.. Eg øll i skulanum, eg gekk i vistu um hetta, og kallaðu meg systir monstri.. Ti at onkur teirra høvdu sæð hann, og hildu at hann sa forferduligur ut, so tey gjørdu ryktur, og gjørdu tað verri enn tað var.. Eg bleiv ogvuliga depri, og begynti at skulka, i 8 kl. var eg ikki i skula i 6 mðr. Og var a ti reyðu linjuni fyri at bliva blakað ur skulanum… Eg hevði sjalvmorðs tankar, og enn verri begynti eg uppa sjalvmorðsroyndir. Men hvørjaferð eg royndi, sa eg andlitini hja minari fam. i sista eyðablik. Eg havi veri um 14 ara aldur ta eg royndi hetta. Eg eri 19 ar nu, og havi veri hja 6 salarfrøðingum uppa 5 ar. Og eingin teirra hava kunna hjalpt mær.. Eg eri enn ikki heilt frið fyri deprission, og eri stadivekk eitt sindur bangin fyri at vera millum folk.. Eg gekk uppi i livduni, men eg eri ikki har meir, ti at eg eri bangin fyri at tey eru fordømandi, sjalvt um eg veit at tey eru alt annað.. Eg havi ogvuligani ringt við at stola uppa nakran.. Tað tekur langa tið til at eg stoli uppa nakran.. Eg tori ikki at snakkað við nakran um hetta, ti at tað følist sum um at øll forvanta at eg eri komin yvir allir hesir trupuleikar fra fortiðini av, men tað er ikki nemt at koma yvir eina fortið, har ein stendur aleina uttan nakran at fara til. Eg minnist eisini fra ti tiðini, at beiggji min,plægdi at bjoða folki við inn sum voru kriminell, og summi av teimum voru farlig, at tey ikki lupu a meg, ella mini nærmastu skilji eg ikki, ti at eg veit at fleri av teimum, boru kniv, osv. men i ti tiðarskeiðinum, var eg flutt a pleyufam. so eg kom heim i week. og ta var tað altið harður mucikkur, og man fekk ikki sovið, og mamma arbeitti so nogv sum hon kundi, so eg nytti ikki naka serligt at vera heima. Eg begynti einaferð at skera meg i armin, men tað fann mamma min utav, ta fann hon utav, at hon als ikki hevði veri har fyri meg, men hon leið lika so nogv av hesum sum eg gjørdi, hon vildi bara hava nogv at gera, soleiðis at hon ikki bleiv totalt maktarsleys. men eg for so i skula i DK. og eitt halvt ar aftana, kom hon eisini niður, ti at tað visti seg at so leingi sum mamma var i nærheidni, vildi beiggji min ikki innsiggja at hann hevði ein trupuleika, so við ikki at hava nakran at lena seg a, var hann noyddur at taka seg saman, fyri at kunna hava eitt stað um nattina, ti at hann helt at hann kundi bruka mammu til at hjalpa sær ta hann hevði bruk fyri hjalp sum mat, eitt tak yvir høvdi og likn. maðurin hja mostur mini fekk hann innlægdan a deild 2. ti at hann var voldligur við mammu einaferð hann var avirkaður. for ut i angist, og ringdi til hann, og segði alt sum tað var, og hann kom oman til okk. og royndi at snakkað við hann, og fekk hann so innlægdan, men hetta hjalpti ikki nogv. Men eg hevði salarligar liðingar, av hesum, men tað var ikki orduliga nakar, sum sa hetta, ti at tey høbvdu nokk við at royna at faa beiggja min til at takað seg saman. Men ta eg var um 18 ar, og var um at vera liðgu a skulanum i DK. Var beiggji min klean. Og hevði akk. fingið sær eina damu. So tað er ikki so long tið siðani at hetta var yvirstaði. Eg skrivi bara til tykkara, ti at eg hevði bruk fyri at siga tað við onkran… So takk fyri at tit hava tiki tykkum tið til at lurta :)  

Hey bro’ addicted!
Takk fyri títt góða bræv! Tað er gott, at tú skrivar til okkum, so tú fært sett orð á, hvat er hent og hvussu tað hevur ávirkað teg. Eg skilji væl, at tú enn stríðist við avleiðingarnar av tínum upplivilsum í barna- og ungdómsárunum. Tað er vanligt, at sovorðnar upplivingar kunnu viðføra tunglyndi og at man missir álitið á øðrum menniskjum. Tað er tí ikki løgið, at tú ert ótrygg saman við øðrum, at tú hevur trupulleikar við at hava álit á øðrum og at tú kennir teg einsamalla. Allarflestu fólk hava okkurt loyndarmál – okkurt, sum tey eru flov av. Tað fylgja skomm og skuldarkenslur við rúsmisnýtslu. Men minst til, at tú hevur einki skeivt gjørt. Tú hevur heldur ikki nakað at skammast um ella vera flov av. Tvørturímóti. Tað var tann rætta avgerðin, at tú flutti uttanlands, fyri at sleppa burtur úr hesum umhvørvinum. Tú hevur tikið eina útbúgving og tað er at gleðast um. Tú hevur klárað teg væl. Misnýtslan hjá beiggja tínum hevur verið í fokus og tú bleivst gloymd. Men hendingarnar hava ávirkað teg líka so nógv sum t.d. mammu tína. Tað vísir seg við at tú hevur skulkað nógv frá skúlanum, hevur skorið teg, hevur havt sjálvmorðstankar og enntá hevur roynt at taka lívið av tær. Hesar reaktiónir síggja út til at vera eitt týðiligt róp um hjálp, sum mamma tín sá og reageraði uppá. Tit hava báðar verið maktaleysar og tit kundu einki gera, fyri at fáa beiggja tín at gevast við rúsevnunum. Tað kann hann bara sjálvur. Tað at tit fóru frá honum vísti seg eisini at vera tann einasta loysnin at fáa hann at “vakna”. Eg gleðist um, at hann er sloppin burtur úr misnýtsluni og vóni, at tit kunnu sameinast aftur sum familja og fyrigeva hvørjum øðrum. Tú hevur púra rætt í, at fólk ofta halda, at tú skuldi verið komin yvir tað, tá tú flutti heimanífrá og serliga nú, tá beiggi tín er “clean”. Men reaktiónirnar og kenslurnar broytast ikki frá einum degi til annan. Tíverri. Tað tekur tíð at arbeiða seg ígjøgnum sovorðnar upplivingar.  

Tað er týdningarmikið, at tú ikki isolerar teg, men at tú velur at vera saman við fólki, sum tú trívist saman við. Kanska skuldi tú givið teimum í Lívdini ein kjans. Tað er ikki neyðugt at tú fortelur teimum alt. Tað kanst tú gera, um og tá tú hevur hug. Fyri at koma víðari, er neyðugt at seta orð á tína tankar og kenslur. Viðhvørt má man royna fleiri sálarfrøðingar ella terapeutar, áðrenn man finnur “tann rætta”. Tað finnast eisini sálarfrøðingar og terapeutar, sum eru spesialiseraðir í familjum við rúsmisnýtslu.

Tað er eitt hugskot at tosa við mammu tína, men tað má vera, tá tú følir teg klára. Tað ljóðar sum mostir tín og maður hennara hava stuðlað tykkum. Kanska kanst tú tosa við tey. Um tú ikki ert klár at tosa um tínar upplivingar, kanst tú skriva tað niður t.d. í eina dagbók. Annars finnast bøkur á netinum og á t.d. býarbókasavninum um rús(drekka)misnýtslu og hvussu hetta ávirkar alla familjuna. At lesa um evnið kann hjálpa tær at skilja mátan, tú reagerar uppá og kann vísa tær, at tú ert ikki einsamøll. Øll, sum eru uppvaksin í einari familju við rúsevna- ella rúsdrekkatrupulleikum hava nógv felags eyðkenni og trupulleikar. Tú ert sjálvandi eisini vælkomin at venda tær til ráðgevingina aftur.

Vinarliga Tú & Eg ráðgevingin