Góða tú!
Takk fyri brævið! Tað ljóðar sum tú ert ein ung og virkin genta við góðum vinkonum og einum sjeiki, sum heldur nógv av tær. Og tó er okkurt, sum ger, at tú kennir teg einsamalla og uttanfyri. Tað ljóðar sum at henda kenslan er nýggj fyri teg, tá ið tú sigur, at nakað er farið at tarna tínari gleði og læring. Eg siti og hugsi, um nakað er hent ella broytt í tínum lívi sum kann ávirka títt sinnalag og títt sjálvsvirði ella okkurt sum ger teg kedda? Tað er ikki altíð lætt at vita ella merkja akkurát, hví ein er keddur ella hvar einsemiskenslan kemur frá. Vit menniskju er ótrúliga skjót og góð til at hugsa keðiligar ogella neiligar tankar um okkum sjálvi. Onkuntíð, tá ið slíkir tankar á einhvønn hátt hava sníkt seg inn í okkara gerandisdag, kunnu vit verða fangað í eini óndari ringrás av slíkum neiligum tankum. Og summar tíðir kunnu teir fylla so nógv, at vit byrja at trúgva uppá, at hesir tankar samsvara við veruleikan, hóast tað einans eru tankar. Um slíkir tankar fylla høvdið, kann tað verða torført at vera glað og at hvíla í sosialum umstøðum. Tað ljóðar sum at tú ert ein deiliga snakksaligur persónur, men at okkurt heldur tær aftur í ávísum umstøðum. Um tú ringdi til ráðgevingina ella skrivaði á kjattinum, kundu vit møguliga í felag funnið útav, hvat tað er, sum heldur tær afturi. Tá ið tað er sagt, so meini eg, at tú uttan iva kanst verða tann deilig snakksaligi persónurin, tú ynskir at verða, undir øllum umstøðum. Vit kunnu sjálvandi ikki ávirka, hvussu onnur folk bera seg at yvir fyri okkum, men vit kunnu altíð velja, hvussu vit ynskja at vera yvir fyri øðrum. Eg veit, at tað kann vera eitt sindur ræðandi at kasta seg út í, og trúgvi tó at tað kann føra við sær nógv gott, um tú torir at vera meira opin og royna teg fram eitt sindur í sosialum umstøðum. Vónandi kann svarið brúkast og skriva endiliga aftur, um tú hevur hug til tað.
Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin