Barn

Spurningur: Hey er tað ringt at fáa fostutøku í føroyum, og kann man fáa medisinska fosturtøku?
Góða tú
Um ein undir 18 ár er við barn, má man siga einum foreldri frá og síðan fara til kommunulæknan. Lóggávan í Føroyum er soleiðis, at tann, sum hevur foreldramynduleikan, skal játta, at man fær gjørt fosturtøku. Kommunulæknin metir so, um tað er í lagi at vísa víðari til fosturtøku á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum, og tað plagar at vera í lagi eftir lógini, tá ein er so ungur. Men, man má skunda sær at tosa við foreldrini og umgangandi fáa eina tíð hjá læknanum. Tað er nógv størri vandi at taka fostrið, um man er komin langt, og fosturtøka verdur so at siga ikki gjørd i Føroyum aftaná 12 vikur.
Gigni hava eina fosturtøkuráðgeving sum vit viðmæla. Tey hava nummar 56 23 56 og svara eisini umvegis teldupost radgevi@gigni.fo – Fosturtøkuráðgevingin hjá Gigni svarar hvønn gerandisdag millum kl. 14.00 – 16.00 –  Lesa meira HER. Tey skriva soleiðis á heimasíðu teirra: “Vit kunnu bjóða tær eitt ókeypis og navnloynt prát. ­Umframt ítøkiliga vegleiðing viðvíkjandi fosturtøku, so er eisini møguleiki fyri samtalu/ráðgeving um heilsufaklig, ­sosial og sálarlig viðurskifti”.
Um tú ikki fær svar uppá tað sum tú leitar eftir, er tú hjartaliga vælkomin at venda tær aftur til okkum.
Vinaliga,
Tú & Eg Ráðgevingin