Góða tú, ið ert bangin!
Takk fyri brævið! Tá tú tekur ein fortrydelsespilla, eisini kallað angribolli á føroyskum, hendur tað, at eggloysnin verður seinkað og at eitt egg sum er gitið (t.v.s. hevur møtt einari sáðkyknu og smeltað saman við hesari), ikki kann seta seg fast í lívmóðurina og vaksa. Aftaná at hava tikið ein angribolla kanst tú m.a. bløða eitt sindur úr neðra, eisini kalla plettbløðing, hava óregluligar mánasjúku og pínu í undirlívinum. Nú fortelur tú ikki, hvussu nógv tú bløðir, men møguliga kundu tað týtt uppá, at tú hevur eitt av hesum hjáárinunum. Hjáárin sum hesi eru vanliga ikki vandamikil og ganga yvir av sær sjálvum. Um tú bløðir meira enn aðra tíðir tá tú hevur mánasjúku, hevur nógva pínu og ert bangin, vil eg ráða tær at fara til læknan. Vónandi kundi tú brúka svarið, og vónandi ert tú ikki líka bangin nú :0)
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin