áv

Spurningur: Hey Tá eg trýsti umkring bringuna fái eg so ilt. Eg vildi bara vita hvat tað man betýða.

Góða áv
Takk fyri brævið. Tað er gott, at tú sigur frá, at tú fært ilt, tá tú trýstir á bringuna. Men tað er torført at svara tær ordiligt uppá handan spurningin. Tað er ikki vist, at tað merkir so nógv. Tú ert nú 12 ár og tá byrjar kroppurin at broytast nokkso nógv. Tað kann vera, at tú ert eym í bringuni tí at tú ert við at fáa bróst. Tú kanst hyggja á heimasíðuna barnabati.kinsta.cloud undir “eg og lívið”, har stendur nógv um, hvussu man hevur tað, tá kroppurin broytist í tínum aldri. Men eg haldi eisini, at tú skalt siga við mammu tína, at tú hevur ilt, so kann hon taka støðu til hvat er skilabest at gera, um hetta heldur áfram.

Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin